Hóraldur Joensen, Granskingarkjarnin, Náttúruvísindadeildin
09.12.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Connect Denmark - Menning av vitanartungum vinnum

Vinnumálaráðið skipaði fyri ferð til Danmarkar, har kunnað varð um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar.


 

Vinnumálaráðið

Vinnumálaráðið skipaði í seinastu viku av oktobur fyri væl eydnaðari kunningarferð um granskingargarðar í Danmark. Eitt rósvert átak.  Endamálið var at fáa kunning um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar. Tann 27. oktobur 2008 vitjaði føroyska ferðaliðið ta deildina av Connect Danmark, sum er í Keypmannahavn.

 

 

Connect Denmark

Connect Danmark (www.connectdenmark.dk) er ein felagsskapur, sum við einum netverki av teimum dugnaligastu vinnulívsfólkunum í Danmark veitir ókeypis ráð og hugskot til íverksetarar og smáar fyritøkur. Connect Denmark hevur deildir kring landið. Hjá Connect Denmark starvast tilsamans 10 fólk. Av hesum eru 5 ráðgevarar í landspartavakstrarhúsum. Henrik Brorsen, stjóri á Connect Denmark, tók ímóti og hevði eina góða framløðu um skipanina.

 

Kjarnuvirksemið hjá Connect Denmark er at ráðgeva nýggjum fyritøkum við serligum altjóða vakstrarmøguleikum og við atstøðum til at fáa minst 25 milliónum Dkr. í  umsetningi. Harafturat at geva teimum atgongd til eitt netverk, mannað við fólki frá vinnulívinum, universitetum og altjóða skipanum.

 

Connect Denmark verður fíggjað við stuðuli, limagjøldum og við einari játtan frá Vækstfonden ájavnt við 4  milliónir Dkr um árið  í 3 ár (2008 – 2011).  Fíggjarætlanin  hjá Connect  liggur um 10 milliónir Dkr/ár. Vækstfonden hevur valt Connect Denmark at seta í verk “Proof-of-business” ætlanina hjá stjórnini. Málið við Proof-of-business (POB) er at menna 300 nýggjar vakstrarfyritøkur tey komandi trý árini. Allar vakstrarfyritøkur og vakstraríverksetarir, sum fáa sparringsfund á Connect Denmark, gerast partur av POB. Tveir triðingar av hesum fyritøkum fáa fremmanda (eksterna) fígging gjøgnum Vakstrargrunnin og frá øðrum váðafúsum ísetarum.

 

Netverkshugtakið, Connect Denmark, er grundað á dugnanevndir, kallaðar springboards, har nýggj virki kunnu fáa nýggj hugskot mett og ment av einum bólki av serkønum fólkum, serliga úr vinnulívinum.

 

Hugskotskanning (screening)                     

Nýggj hugskot verða mett av Connect Denmark. Kravið til innskotini eru, at tey skulu hava góð alheimslig vakstrarútlit, tvs kunna vaksa út um landamark. Vanliga verða eini 80% sáldað frá í áskoðanarkanningini. Connect Denmark fær umleið 500  umsøknir og áheitanir um árið.

 

Undan-dugnanevnd (Pre-springboard)

Fyritøkur, sum verða mettar at hava eina burðadygga ætlan, men enn ikki hava eina lidna virkisskrá, sleppa at leggja verkætlanina fram fyri limirnar. Fundurin verður tikin upp á video. Saman við Connect Denmark, verður fundurin eftirmettur og støða tikin til, um bjóðast skal inn til springboard.

 

Dugnanevnd (Springboard)

Fyritøkurnar leggja fram eina lidna virkisætlan fyri dugnanevndina (springboard-panelið). Fundurin virkar sum ein seinasta meting og sparring, áðrenn farið verður at leita eftir íleggjarum. Fundurin verður tikin upp á video.

 

Nevndarleiting

Tá fyritøkurnar eru farnar til verka og skulu manna nevnd, bjóðar Connect Denmark teimum at finna nevndarlimir.

 

Snar-dugnanevnd (speed-spring-board)

Hesar eru á fleiri  útbúgvingarstøðum, so sum DTU,  Roskilde Universitetcenter. Fólkini í hesum  snar-dugnanevdunum eru ymisk fólk við ymsum førleikum so sum:  universitetsfólk, handilsfólk, pengafólk og  vinnulívsfólk. Hesi veita snarhjálp til nýklakt granskingarinnstøkk og vinnuhugskot.

 

Arbeiði í dugnanevndum

Arbeiðið í undan-dugnanevndum (Pre-Springboard) og dugnanevdum (Springboard) verða skipað soleiðis, at nýggj hugskot verða lýst navnleys (anonym), fyri limunum. Áhugaðir limir kunnu síðani tekna seg til at vera við á nevndarfundinum. Har verður so mett, um nýggja verkætlanin er burðadygg. Ráðgevarnir hjá Connect Denmark velja síðani teir mest viðkomandi vinnuráðgevararnar at luttaka á dugnanevndarfundinum. Fundurin verður hildin hjá einum av vinnuráðgevarunum (sponsorunum), og hesir rinda sjálvir útreiðslurnar av tiltakinum.

 

Limirnir í dugnanevndunum

Hesir fáa ongan beinleiðis ágóða av ráðgevingini, sum teir veita. Men teir fáa atgongd til nýggj virki, fáa høvi at vísa áhuga fyri nýskapan (innovatión), og fáa sjálvir ment sítt netverk. Limirnir koma ofta frá stórum og vælgrundaðum virkjum, ráðgevingarfyritøkum, sakføraravirkjum og fíggingarfyritøkum.  Vøksturin av limatalinum hevur verið stórur, serliga eftir at Connect varð valt at gjøgnumføra POB (Proof of Business). Felagið Connect Denmark hevur nú  umleið 600 limir (200 fyritøkur). Seinasta árið vóru á leið 120 dugnanevdarfundir hildnir.

 

Samstarv

Connect Denmark samstarvar við onnur vinnugranskingarumhvørvi innanlands og uttanlands. Henrik Brorsen metti, at Føroyar helst eru heldur smáar at hava eina so tunga skipan sum Connect Denmark, men mælti heldur til, at vit gera eina minni skipan við virkissparring. Hann legði dent á, at vinnuframaumhvørvið verður fatað sum ein heild, og at allir aktørar vita av  hvørjum øðrum og harvið kunnu vísa til rættastu ráðgevingina. Henrik Brorsen var positivur fyri samstarvi við Føroyar.

 

Fígging

Tað er vanliga ikki lætt at fáa fígging til nýggjar fyritøkur. Eitt nú  geva Venture-fyritøkur í Danmark 97% av kapitalinum til  verandi virki. Men Hátøknigrunnurin ella Højteknologifonden bjóðar nýggjum virkjum og universitetum investeringar og  góðar rammur til at fremja góð hugskot í verki. Í síni stremban eftir at menna vitanartungar vinnur, so hevur danska stjórnin skipað soleiðis fyri, at hugskotsmenning ella konceptútvikling kann fíggjast fullkomuliga við almennum pengum. Hjálp, inspiratión og íblástur til at gera dreym til veruleika fæst á www.uge47.dk

 

Fróðskaparsetur Føroya

Á Connect Danmark var áherðsla løgd á týdningin av at hava eitt fakliga fjallsterkt universitetsumhvørvi fyri at menna vitanartungar vinnur.  Uttan eitt mentalt máttmikið og starvsstovusterkt Fróðskaparsetur verður sostatt torført at menna hátøknivirki her á landi.

 

09.12.2008

Hóraldur Joensen

Leiðari á Granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni

Lektari á Náttúruvísindadeildini