11.06.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Cool Faeroensia - Ein verkætlan um mentanarferðavinnu í Føroyum og oyggjasamfeløgum

Cool Faeroensia er verkætlan um mentanarferðavinnu við tí endamáli at granska í nýtslu av bókmentum og mentan til tess at branda og skapa eina modernaða, kosmopolitiska storytelling um Føroyar. Talan er um eina granskingar- og innovatiónsverkætlan, sum er beinleiðis í framhaldi av tí nýggju kreativu vinnuni innan samskifti, gastronomi, list, íverksetan og mentan yvirhøvur. Vit arbeiða undir yvirskriftini Cool Faeroensia, tí kaldar oyggjar eru vorðnar vælumtókt ferðamál, og Føroyar eru vorðnar cool!


Mentanarferðavinna snýr seg stutt sagt um, hvussu mentan og list/listahandverk kunnu brúkast í ferðavinnuhøpi. Hetta er vorðið ein átroðkandi spurningur, nú føroyingar eru farnir at síggja nýggjar møguleikar í at branda Føroyar ikki einans við atliti at vakrari náttúru, men eisini við atliti at fremstu avrikum landsins innan list og mentan. Ein nýggj branding, ein nýggj storytelling um Føroyar er á veg, og hon byggir brúgv millum list, gransking og mentan øðrumegin og (innovativt) vinnulív hinumegin.

Ferðafólkini gerast alsamt fleiri. Henda verkætlan spyr, hvussu fyrireika vit okkum mentanarliga til hetta, og hvønn týdning kunnu list og gransking fáa í hesum høpi?

Í hesum sambandi hevur verkætlanarleiðarin og lektari á Føroyamálsdeildini Bergur Rønne Moberg í mai-juni havt 3 gestir á vitjan í Føroyum til tess at menna hesa verkætlan við atliti at eina umsókn til Horizon 2020. Teir eru:

Ottmar Ette, professari á Universität Potsdam í Berlin
Martin Zerlang, professari á Københavns Universitet
Henrik Stampe Lund, ph.d. og fíggingarráðgevi á Københavns Universitet

Almenningurin fekk innlit í og høvi at kjakast um hesa verkætlan á einum pallborðsfundi í Sjóvinnuhúsinum 1. juni. Við pallborðið sótu teir útlendsku gestirnir og Bergur Rønne Moberg var orðstýrari. Til frama fyri sínámillum hugkveiking hevur fundur eisini verið við umboð fyri mentanarferðavinnuna um Cool Faeroensia.
    Samarbeitt verður við oyggjabólkar kring um í heiminum, men eisini við býir sum kalla seg ikonbýir, tí teir hava fostrað stór skald. Her er ætlanin at samanbera eitt nú brandingina av Havnini og Williami Heinesen við brandingina av H.C. Andersen og Odense. Í hesum sambandi er ætlanin at søkja Horizon 2020 um eina umfatandi verkætlan, sum gjøgnum tvørvísindaliga gransking skal vera við til at menna gransking innan føroyska mentanarferðavinnu í Føroyum, men eisini stuðla upp undir og skipa fyri átøkum innan mentanarferðavinnu.