University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 53

Constantinos Kadis, ES-kommisserur, heldur sína røðu undir setanini av UArctic Congress 2026 við Tjarnir (Foto: Jens Kristian Vang, Finnur Justinussen, Álvur Haraldsen)

Brynhild Thomsen
26.05.2026
Setrið

Costas, ES-kommisserur: - Hetta er órættvíst

-  Tað er ikki rættvíst, at eg skal taka orðið eftir hesa framúrskarandi framførsluna. Eg havi ongan kjans at fanga tykkara uppmerksemi nú, segði ES-kommisserurin í fiskivinnumálum, sum í morgun stóð á skránni beint eftir, at Eivør hevði sungið til setanina av UArctic Congress 2026

Mongu áhoyrararnir í stóru arenuni við Tjanir smíltust og klappaðu samkennandi, tá Costas kommisserur kom við sínum hjartasuffi, sum var eitt sindur í spølni og kortini ikki heilt. Stóri áhoyraraskarin hevði júst klappað, so tekjan næstan lyfti seg, tá Eivør fyrst sang eyðkenda sangin Trøllabundin og síðani Gullspunnin mitt undir setanarrøðunum fyrrapartin.

 

Tey svuku tó ikki Costas, sum eisini fekk lógvabrestir eftir røðu sína um samstarv, hav og fisk. Her situr hann undir liðini á Beini Johannesen, løgmanni.

Sera nógv ferðsla var annars niðan í stóru marghøllina árla í morgun, tá 1400 granskarar, undirvísarar, politikarar, miðlafólk og luttakarar komu til setanina av UArctic Congress 2026, sum Fróðskaparsetur Føroya er vertur fyri hesa vikuna. 

UArctic er heitið fyri arktiska universitetið, sum er eitt samstarv millum meira enn 200 ymisk universitet og stovnar, sum hava gransking og hægri útbúgving í Arktis sum raðfesting.

Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Setrinum, greiddi í lýsingini GMF í KVF frá, hvat stendur fyri framman hesar næstu dagarnar. Hoyrið innslagið HER

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, setti síðani kongressina. Í gjár vóru hann og ES-kommusserurin annars á rundferð ymsastaðni í Føroyum, og teir hava eisini havt fund um áhugamál hjá ávikavist Føroyum og ES. Lesið um tað HER.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í barna-, útbúgvingar-, granskingar- og mentamálum, helt eina rimmarrøðu, har hann greiddi gestunum frá, hvussu sterkt samband Føroya við umheiminum altíð hevur verið, tí tað er rætt og slætt ein treyt fyri at búleikast her og menna okkara samfelag. 

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, gleddist í síni røðu um, at so mangir granskarar vóru komnir til Føroya við stórari vitan um veðurlagsbroytingar og umhvørvi. Hon segði, at áleikandi veðurlagskreppan krevur nógv størri átøk og samstarv, og at einki land einsamalt kann gera nakran mun á hesum øki. Í hesum arbeiði hava kommunur, sum eru so nær borgarunum, eisini avgerandi leiklut, segði hon. 

Tá Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, tók orðið sum vertur, segði hann, at fyriskipanin av Føroya størstu ráðstevnu hevur verið eitt ódnartak, sum veruliga vísir, hvussu stórur stirðil er í øllum veitarum og undirveitarum í Føroyum.

- UArctic Congress 2026 er eitt greitt prógv um fakligu førleikarnar og altjóða útsýnið hjá Fróðskaparsetrinum. At vera vertur fyri eini ráðstevnu við fleiri luttakarum enn Setrið hevur lesandi, hevur verið ein stór uppgáva. Føroyskir granskarar eru væl umboðaðir á ráðstevnuni, og tað eri eg errin av.

- Harumframt eru allar tænastur í sambandi við ráðstevnuna – frá tilmeldingarskipanini til visuella sniðið av staðnum – veittar av føroyskum fyritøkum. Undirmet ongantíð førleikarnar hjá smáum, men treiskum norðurlendskum samfeløgum!, segði rektarin m.a.

Lesið rúgvismiklu skránna á ráðstevnuni, sum heldur fram til fríggjadagin HER

Og lesið røðuna hjá rektaranum HER.

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, við røðarapallin. Á pallinum standa eisini - umframt rektaran á Setrinunm - Kenneth Høeg, sum er formaður fyri Senior Arctic Officials, og Liisa Holmberg, forkvinna fyri UArctic Assembly, sum hevur aðalfund í Kongshøll fríggjadagin.

Katrín Jakobsdóttir, forkvinna í Arctic Circle Polar Dialogue, hevði eina fína røðu undir setanini, eins og Sara Olsvig, forkvinna í Inuit Circumpolar Council. Tær báðar vóru eisini gestir hjá Óluvu Zachariasen, journalisti, tá Setrið og Tórshavnar kommuna høvdu alment skandinaviskt og føroyskt tiltak í Kongshøll í gjárkvøldið undir heitinum "Smátjóðir í stórveldastríðnum".

Setanin endaði við einum ungdómspaneli umboðandi formansskapin í ungdómsnevndini hjá UArctic undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen, sum er lektari í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Evnið hjá teimum ungu var "A Resilient North Begins with Youth", og tey ungu, sum skiftu orð vóru Makhala Kollslíð, Per-Henning Mathisen og Taylor Jobin.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Martin Tvede Zachariasen Jens Kristian Vang 26.05.26 0001 40

    UArctic Congress 2026 sett

  2. Herskip Í Havn Bjarni Rubeksen KVF

    Alment tiltak: Smátjóðir í stórveldastríðnum

  3. Uarctic Congress 2026 (1)

    Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu