11.11.2017
Til lesandi Setursskrivstovan
Skriva út

Dagur íslenskrar tungu - íslendskur móðurmálsdagur

Íslendingar gera nógv burtur úr móðurmálsdegi sínum, 16. november, føðingardegi Jónasar Hallgrímssonar, tjóðskalds. Dagurin verður í ár hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum hósdagin 16. november kl. 19.30.


Dagurin er almennur flaggdagur, og mentamálaráðið skipar fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við fólk og stovnar. M.a. verður latin móðurmálsvirðisløn hendan dag, sum hevur verið hátíðarhildin síðan 1996.

Í ár skipar Aðalkonsulát Íslands fyri kvøldsetu í Norðurlandahúsinum við fjølbroyttari skrá og bjóðar øllum - føroyingum, íslendingum og øðrum - at vera hjartaliga vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis, og ymist gott íslendskt verður at fáa frá okkara Guðmundi kokki.  

Skrá:

  • Einar Kárason, rithøvundur: Um Føroyingasøgu og íslendskar miðaldarrithøvundar       
  • Heðin M. Klein, skald og fyrrv. landsstýrismaður: Upplestur
  • Guðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla
  • Høgni Djurhuus, tíðindamaður: Hugleiðingar
  • Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum: Samstarv um mentan og gransking
  • Þóra Þóroddsdóttir, rithøvundur og týðari: Hugleiðingar
  • Guðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla