Skriva út

Dansa tína ph.d. ritgerð

At dansa ph.d. ritgerðina er kanska eitt hugskot, sum vit kundu tikið til okkum her á Fróðskaparsetri Føroya. Tað hevði i hvussu so er skapt áhuga fyri ritgerðini.


Vitan skal fjølmiðlast, hetta er uppi í tíðini og hugskotini eru nógv til hvussu hetta kann gerast. Sum nakað heilt nýtt verður roynt at dansa ph.d. ritgerðina.

 

Í Wien í Eysturríki var meitarskap í dansi av Ph.d. ritgerð. Vinnarin gjørdist Brian Steward, sum dansaði til ritgerðina:

 

Refitting repasts: A spatial exploration of food processing, sharing, cooking and disposal at the Dunefild Midden campsite, South Africa.

 

Dansurin ímyndar eina veiðuferð eftir eini antilopu. Hann dansaði til ljóðið av afrikanskum floytum, og var í einum lítlum lendaklæði. Tað ber til at síggja dansin her:

www.sciencemag.org