16.11.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Darwin og menningarlæran í útvarpinum

24. november í ár eru liðin 150 ár síðan ein av mest umtalaðu bókunum í vesturheiminum "The Origin of Species" kom út. Í hesum sambandi varð menningarlæran viðgjørd í útvarpinum.


Í útvarpstovuni vóru Dánjal Petur Højgaard, studentaskúlalærari á Kambsdali og Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum.

 

Í sendingini greiddi Dánjal Petur frá manninum "Charles Darwin" og tí hann gjørdi, meðan Eyðfinn greiddi frá menningarlæruni. Við dømum í føroysku náttúruni vísti hann á, at menningarlæran hjá Darwin eisini er galdandi í Føroyum og ger um seg til dagliga.

 

Lurta efti sendingini (mp3-fílur, 53 minuttir, 24,5 MB) 

 

Kári Solstein legði sendingina til rættis. Hon varð send í Kringvarpinum 12. november 2009.

 

 

Lurta eisini eftir innslagnum, sum var í morgunsendingini hjá Kringvarpinum 12. februar 2009 í samnband við 200 ára føðingardegin hjá Darwin (mp3-fílur, 21 minuttir, 5,1 MB).

 

Hygg at glærunum frá fyrilestrinum "Um læruna hjá Darwini í undirvísingini" (479 kb).

 

Les eisini greinina "Lambið í úlvalíki", sum Kirstin Eliasen skrivaði í Sosialinum 5. juni 2009.