08.06.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Deildarleiðaraskifti á Føroyamálsdeildini

Hugnaløta var á Føroyamálsdeildini fyrrapartin, har Malan Marnersdóttir, dekanur, nýtti høvið at takka Turið Sigurðardóttir fyri at hava havt deildarleiðsluna seinastu árini.


 

Deildaraleiðaraskifti var á Føroyamálsdeildini 1. juni 2012.

Jógvan í Lon Jacobsen, dr.philos., hevur tikið við sum deildarleiðari eftir Turið Sigurðardóttir, professara, sum síðani 2009 hevur verið dekanur á Føroyamálsdeildini.


Bygnaðarbroytingarnar vóru í vár. Tá vóru Føroyamálsdeildin, Søgu- og samfelagsdeildin og Læraraskúlin løgd undir nýskipaðu Megindeildina fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi við Maluni Marnersdóttir, professara, sum dekani.

Bygnaðarbroytingin hevði eisini við sær, at dekanstarvið á deildunum frá 1. mars 2012 var broytt til at vera deildarleiðarastarv.