University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Depil fyri heilsugransking verður settur á stovn

Depil fyri heilsugransking verður settur á stovn

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, er tilnevndur dagligur leiðari fyri depilin


Landssjúkrahúsið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya hava í eina tíð arbeitt við at stovnseta skipað samstarv um heilsugransking.

Átakið tekur útgangsstøði í samstarvsavtalum, ið stovnarnir undirskrivaðu 31. mars 2014, og í avtalu um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum, undirskrivað 8. desember 2015.

Endamálið við deplinum er at skapa betri samvirkandi karmar fyri heilsugransking í Føroyum, og harvið at økja um møguleikarnar fyri samskifti ímillum granskarar og at stuðla undir, at hesir standa sterkari í kappingini um altjóða granskingarfígging. Heilsuhugtakið verður tulkað breitt til at fevna um viðurskifti, ið ávirka heilsustøðuna.

Depilin fer at betra møguleikarnar fyri gransking í heilsustøðu føroyinga, og fara granskingarúrslitini at geva landinum eitt hollari grundarlag fyri avgerðum um raðfestingar og viðgerðarhættir – til gagns fyri einstaka sjúklingin, heilsuverkið og samfelagið sum heild.

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, er tilnevndur dagligur leiðari av nýggja deplinum, og hann fer nú undir at skipa depilin og virksemið.

Í stýrinum fyri deplinum sita Pál Weihe, professari og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Tóra Petersen, sálarfrøðingur og forkvinna í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magna Mohr.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga