University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Diplomskeið í føroyskum
27.06.2017
Til lesandi

Diplomskeið í føroyskum

Føroyamálsdeildin bjóðar út diplomskeið í føroyskum. Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg greitt og rætt


Skeiðið byrjar hálvan september og endar hálvan desember. Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Dentur verður lagdur á mállæru og at økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum. Undirvíst verður 3 tímar hvørja ferð tveir dagar um vikuna í 12 vikur. Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Endað verður við skrivligari próvtøku, og latið verður prógv fyri lokið skeið.

Skeiðið er sjálvstøðugt skeið fyri seg og kann ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingi í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi. Fólk við royndum í skrivstovuyrki ella øðrum yrki, ið líkist, hava fyrimun. Umsóknarfreist er 20. august.

Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini týsdagar kl. 16.15 til 19.15 og leygardagar kl. 09.15 til 12.15.

Skeiðið telur 7,5 ECTS

Lærari: Lena Reinert.

Kostnaður: 5000 kr.

Skeiðslýsing sæst HER

Umsóknarskjal fæst HER

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum