Hóraldur Joensen, Náttúruvísindadeildin
17.03.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Doktararitgerð um føroyskt fiskagelatin

Jonhard Eysturskarð hevur vart PhD-ritgerð um gelatin úr fiskaskræðu. Verjan fór fram á Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU) í Tróndheimi.


Tann 22 januar 2010 vardi Jonhard Eysturskarð doktararitgerð (PhD grad) við heitinum: ”Mechanical Properties of Gelatin Gels; Effect of Molecular Weight and Molecular Weight Distribution”. Verjan fór fram í Ráðhússalinum, Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU), Gløshaugen, Tróndheim í Noregi.

 

Universitetið í Tróndheimi

Vísindaliga arbeiðið varð gjørt á lívtøkniliga instituttinum á NTNU. Professor II Kurt Ingar Draget var høvðusvegleiðari. Gelatin-sløg, vunnin úr skræðu av ymsum fiskasløgum eins og svína- og neytagelatin, vórðu kannaði við ymiskum alis- og evnafrøðiligum hættum.  Nógv framkomin tól og greiningarforrit vórðu nýtt til at koma fram til nýggjar og  greiðar niðurstøður. Fleiri av úrslitunum kunnu gagnnýtast beinleiðis av collagen- og gelatinídnaðinum her á landi.

 

Metingarnevnd 
Náttúruvísindaliga fakultetið í Tróndheimi hevði útnevnt fylgjandi metingarnevnd:
Professor, PhD, E. Allen Foegeding, Department of Food, Bioprocessing & Nutrition Sciences, North Carolina State University, USA
Professor, PhD, Nazlin K. Howell, Faculty of Food Biochemistry, University of Surrey, UK
Professor Kjell Morten Vårum, Department of Biotechnology, NTNU

 

PhD-grad vard

Professor Kjell Morten Vårum varð valdur til at vera leiðari av metingarnevndini.  Úrslitið av arbeiðinum hjá nevndu serkønu vísindafólkunum var greitt og vísti, at doktararitgerðin var á høgum vísindaligum støði, og verd at verja alment. Undan verjuni skuldi Jonhard halda fyrilestur við heitinum: ” Occurrence, chemical structure and functional properties of marine glycosaminoglycans”.  Fyrilesturin og verjan av doktararitgerðini gingu  væl, og Jonhard Eysturskarð var strax útnevndur doktari (PhD-grad)  í lívtøkni at vera.

 

Fróðskaparsetur Føroya 

Fróðskaparsetur Føroya hevur umsitið verkætlanina. Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni á Fróðskaparseturi Føroya fekk projektið í lag. Granskingarkjarnin varð stovnaður, fíggjaður og avtikin av Fiskimálaráðnum. Hann varð fyrst hýstur av Heilsuføðiligu Starvsstovuni og síðani av  Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparseturi Føroya. Fyriliggjandi akademiska avrik er úrslit av neyvum samarbeiði  millum Fróðskaparsetur Føroya í Tórshavn, Universitetið í Tróndheimi og vinnulívsfyritøkurnar Faroe Marine Biotech og Seanergy á Eiði.

 

Fígging

Granskingarverkætlanin varð fíggjað av Fiskivinnuroyndum, Amerada Hess Ltd., Statoil Ltd., BP Amoco Exploration Ltd., Chevron Texaco Ltd. og Nordic Innovation Centre.  Nevndu grunnum og partafeløgum verður veitt  stór tøkk fyri fíggjarliga styrkin og sýnt álit.  Trupult var at útvega neyðuga fæið, og uttan tann holla stuðulin og serliga stóru vælvildina frá grunninum hjá Fiskimálaráðnum: "Fiskivinnuroyndir", so hevði ikki borið til at fullført verkætlanina.

 

Doktararitgerðin kann lesast her