12.06.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Eftirútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

Treytað av nøktandi luttøku fer Fróðskaparsetrið/Námsvísindadeildin at skipa fyri hesum eftirútbúgvingartilboðum lestrarárið 2014-15:


  • Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

  • Ískoytisútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

 Linjugreinarnar, sum telja 45 ECTS, eru vanliga býttar í fýra partar (modul), og møguleiki er at taka heilar greinar, ella partar av teimum linjugreinum, sum verða bjóðaðar fram sum eftirútbúgving.


Henda undirvísing fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini. Lestrarárið 2014-2015 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri lærarar:
Føroyskt,  støddfrøði,  kristni,  søga
Fyri námsfrøðingar: Heilsa, kroppur og rørsla,  smábarnapedagogikkur
Fyri lærarar og námsfrøðingar: Skúlabúgving/innskúling,  námsfrøðilig leiðsla,  sernámsfrøði

Ískoytisútbúgvingin til bachelor verður skipað í trimum modulum – vísindaástøði, faklig modul og bachelorverkætlan, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.

Meira kunning um skeiðsreglur, tekningarfreistir, kostnað o.a. fæst við at trýsta á hetta leinkið