10.03.2017
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Ein ferðafrásøgn frá Hawaiioyggjunum

At síggja til eru Føroyar og Hawaii sera ymiskar, men hyggja vit nærri, so eru nógv felags eyðkenni og nógvir líkir trupulleikar, sum oyggjasamfeløgini stríðast við.


Sum part av eini granskingarverkætlan í støddfrøði var eg í Hawaiioyggjunum í mai og juni 2015. Eg hevði aðra dóttrina, Annu Birnu, við, ið tá var 12 ár, og gekk hon í almennum amerikanskum skúla, meðan vit vóru har. Gerandisdagar royndu vit at liva sum tey lokalu og fingu tíðina at ganga við ávikavist arbeiði og skúla, og annars tí, sum hoyrir gerandisdegnum til. Í vikuskiftunum livdu vit afturfyri sum ferðafólk. Hetta vóru tveir sera gevandi mánaðir á nógvar hættir, bæði persónliga og fakliga. Í hesi greinini fari eg at siga frá um nakrar eygleiðingar, sum eg gjørdi mær, um hvussu Føroyar og Hawaiioyggjarnar á ymsan hátt bæði víkja frá hvørjum øðrum og líkjast nógv. Ætlanin er seinni at greiða frá teimum frálíku vísindaligu avrikunum, vit gjørdu har.

Søgan hjá Hawaiioyggjunum í stuttum

Hawaiioyggjarøðin er eini 2400 km long og liggur mitt í Kyrrahavinum. Eins og Føroyar, so verða oyggjarnar hildnar at hava verið bygdar síðani nakað fyri ár 1000, hóast spor tó eru frá íbúgvum heilt aftur til ár 300. Tilflytararnir eru komnir frá øðrum polynesiskum oyggjasamfeløgum. Oyggjarøðin varð í 1778 funnin av rannsóknarfaranum James Cook, og nevndi hann tær Sandwichoyggjarnar eftir John Montagu, 4. jallinum av Sandwich, ið fíggjaði ferðirnar hjá James Cook. Stutt aftaná varð oyggjabólkurin samlaður í eitt kongsríki av kong Kamehameha tí fyrsta. Hetta stýrislag helt sær meiri ella minni, til oyggjarnar blivu innlimaðar í amerikanska samveldisríkið sum territorium í 1898. Í 1959 bleiv Hawaii innlimað sum 50. staturin í amerikanska samveldisríkinum.

Veðurlagið

Størsta oyggin, ið kallast Hawaii, liggur uml. 20°N og 155°W. T.v.s. at oyggjarnar liggja nærindis ekvator, og tað sum svarar til 10 tíðarsonur vestanfyri okkum. Tað ger sjálvandi, at veðurlagið verður heilt øðrvísi. Tað er fyrst og fremst nógv heitari enn í Føroyum. Men í enn størri mun enn í Føroyum, so er veðurlagið sera líkt alt árið - hitin broytist t.d. ikki nógv millum summar og vetur. Hetta er kanska ikki so óvæntað fyri eitt oyggjasamfelag, har lítil munur er á sumri og vetri. Í Føroyum tosa vit ofta um, at veðrið er sera lokalt: tá vit koyra gjøgnum ein tunnil kann veðrið hvørjumegin næstan vera sum nátt og dagur - t.d. regn og mjørki øðrumegin og sól og hiti hinumegin. Í Hawaii høvdu tey eisini sokallað mikroklima. Veðrið á aðrari síðuni á oynni var heilt øðrvísi enn á hini síðuni, men tað løgna var, at tað var í tí stóra heila alla tíðina sama veður á einstøku plássunum, hóast oyggin at kalla er rund. Í Hilo regnaði illa næstan hvørt einasta samdøgur og næstan alla tíðina var yvirskýggjað, í Kalua-Kona var bláur himmal og turkur. Í Hilo vaks alt nærum sum í einum regnskógi - papayafruktir, bananir og ananas vuksu sum ókrút hvørt um annað. Í Kalua-Kona vaks einki, nóg illa gras - undantikið uttan fyri gistingarhúsini, har pálmar vóru hildnir á lívi fyri at gleða ferðafólkini. Hetta kemst av serligum veðurfyribrigdum, sum t.d. liggjandi hátrýstøki í ein landnyrðing úr oyggjunum. So júst sum í Føroyum hava veðurfyribrigdi og ferðingarmynstur hjá hátrýstum og lágtrýstum eisini sera stóra ávirkan á gerandisdagin og lívið í Hawaii.

Jarðfrøði og landslag

Hóast talan er um eitt oyggjasamfelag av vulkanskum tilfari, so er landslagið nógv øðrvísi enn í Føroyum. Tað eru stórar oyggjar við líðandi halli og uttan stórar dalar og firðir tilevnaðir av jøklum, soleiðis sum vit kenna tað í Føroyum. Tó so eru Hawai'i oyggjarnar uppbygdar av lava frá eldgosum - ein tilgongd, ið enn fer fram hvønn dag á stóru oynni. Tískil minnir jarðfrøðin um einar ungar og ópoleraðar Føroyar. Eg fekk eitt sindur betur fatan av, hvussu Føroyar eru vorðnar til fyri eini 55 mió. árum síðani í tropiskum umhvørvi. Hvussu fláir við vøkstri eru vorðnar til kol. Strendurnar eru eisini, eins og í Føroyum, sum heild fjøra úr basalti. Tær sandstrendurnar, ið eru, eru gjørdar úr vulkanskum tilfari og eru tí rættiliga myrkar, eins og fleiri av teimum natúrligu strondunum í Føroyum. Eins og Føroyar við sínum landgrunni hevur verið ein háslætti, so er Hawaiioyggin eisini tað. Hægsta fjallið, Mauna Kea, er 4205 m høgt mátað frá sjóvarmálanum. Men fjallið byrjar longu undir havinum, niðri á djúphavinum einar 6000 metur undir sjóvarmálanum, og kann tí á sín hátt nevnast hægsta fjall í heiminum við sínum 10 000 metrum frá fótinum á fjallinum til toppin.

Fjarstødd oyggjarøð og høgt kostnaðarstøði

Tá føroyingar skulu lýsa fyri útlendingum, hvat Føroyar eru, so verður ofta sagt »In the middle of nowhere« og tílíkt. Hawaii liggur bókstaviliga »In the middle of nowhere«. Tað tekur umleið 5 tímar við jetflogfari til Los Angeles, ið er stytsti teinurin til meginlandið. Hinvegin eru 6 tímar til Japan. Suðureftir og norðureftir er stórt sæð einki fyrr enn ein nærkast ávikavist Suðurpólinum og Norðpólinum. Fyri at koma millum oyggjarnar í Hawaii, má ein eisini flúgva - eingin sigling er m.a. tí frástøðan er so long. Úr Føroyum ber til at flúgva til Íslands, til Skotlands og til Norra upp á á leið ein tíma.

Tað er rættiliga dýrt at vera í Hawaii, og serliga matvørur vóru dýrar samanborið við Danmark og Føroyar - hóast lønin til ófaklærd er sera lág. Afturvendandi svarið var, at Hawaii er lítið og at tað er so dýrt at fáa vørur av meginlandinum til Hawaii. Nakað sum vit jú eisini kenna so væl aftur í Føroyum.

Náttúruvernd og invasivar artir

Eftir ótalligar katastrofur, har invasiv djór, invasivar plantur og ymsar sjúkur eru komnar til oyggjarnar, so er blivið púra bannað at innføra og útføra djór, plantur v.m. Royndirnar vísa, at líkamikið hvussu kontrollerað tingini verða gjørd, um tey verða gjørd av óvart ella eru væl planløgd fyri at sleppa av við ávísar trupulleikar - til dømis tá mangustur (en. mongoose) varð innførdur fyri at koma rottutrupulleikunum til lívs - so gevur tað næstan altíð bakslag. Nakað sum vit eisini kenna í Føroyum, her vit stríðast við rottuna, músina, rilluskriðan, garðaskøruna, morsnigilin, vespurnar, flatmaðkin o.s.fr. Enn hava myndugleikarnir í Føroyum tó ikki skilt, at týdningarmikið er at verja føroysku náttúruna á sama hátt sum t.d. í Hawaiioyggjunum.

Málið

Dóttirin var sera spent at læra meiri um málið. Øll duga og brúka orð sum Aloha (hey), Mahalo (takk) og Keiki (barn). Tey flestu brúka eisini ávís orð fyri lokalar fruktir og djór - serliga fisk. Soleiðis er Ahi ein serligt tropiskt tunfiskaslag, Mahi-Mahi og Aku eru onnur tropisk fiskasløg, ið ikki hava føroysk nøvn. Eisini hava nøkur staðarnøvn upprunanøvn. Men í skúlanum lærdi hon ikki eitt orð á hawaiiiskum. Eingin brúkti málið nakrastaðnis, sum vit komu, annað enn Aloha og Mahalo yvir fyri turistum. Faktisk møttu vit ongum teir báðar mánaðirnar, vit vóru har, sum dugdi so frægt sum at telja uppí tíggju. Vit royndu at spyrja okkum fyri, hví so var - og annars at kanna tað. Men eingin dugdi at svara okkum.

Í dag búgva knappliga hálvonnur millión fólk í Hawaii. Hvussu nógv búðu har, tá James Cook kom til oyggjarnar, er ilt at siga. Heilt nógv doyðu av fremmandum sjúkum sum meslingar, skáldkoppar o.s.fr., men hildið verður at millum 200 000 og ein mió. fólk búðu í oyggjunum tá. Tískil vóru heilt nógv fólk, ið bert tosaðu hawaiiskt fyri 200 árum síðani. Helst eini 200 000, meðan í dag er talið av fólki við hawaiiiskum sum móðurmál uml. 1 500 - ella 0,1% av fólkinum.

Tað vísir seg, at frá tí at skúlar fóru at taka seg upp um 1830, so vann enska málið meiri og meiri frama. Í 1896 varð ásett við lóg, at enska málið skuldi brúkast til undirvísing, og at brúk av hawaiiiska málinum í skúlum varð bannað - í almennum eins væl og privatum skúlum. Heilt til 1986 var bannað við lóg at brúka hawaiiiskt í almennum skúlum, og tá var málið longu so gott sum útdeytt. Bert á privatu oynni Niihau, har ferðafólk als ikki sleppa, varð enn tosað ein dialekt av hawaiiiskum.

Eg má siga, at eg gjørdist sera skakkur av hesum, og hetta vísir sera væl, hvønn týdning málstríðið í Føroyum hevur havt - uttan tað hevði føroyskt ikki verið til í dag. Eisini vísir hetta, hvussu sárbært málið er, tá eitt mál sum eini 200 000 tosa kann doyggja út eftir 150 árum í einum so isoleraðum og fjarskotnum staði. Til samanberingar búðu í 1800 bert eini 5000 fólk í Føroyum. So um vit ikki framhaldandi arbeiða fyri at verja føroyska málið og vinna tí rættindi, so ivist eg ikki í, at tað saktans kann vera burtur um 150 ár.

Dansurin og munnliga mentanin

Eins og í Føroyum, so var søga og søgn øll av munna munni. Dansur var eisini, og kallast hann hula. Dansurin bleiv tó partvíst bannaður - partvíst av átrúnaðarligum orsøkum, tí hetta hoyrdi til heidna trúgv, partvíst av tí at dansurin skuldi føra til ósømiligan atburð, men eisini tí at hildið varð, at dansurin órógvaði arbeiðið hjá arbeiðarunum. Uttan dansin varð hildið, at fólk fingust at arbeiða meiri í landbúnaðinum og fiskarínum. Júst somu grundgevingar hava eisini her í Føroyum verið nýttar fyri at royna at avskaffa føroyska dansin.

Hetta vóru nakrar hugleiðingar um, hvussu tvey samfeløg, sum at síggja til eru so ymisk, kunnu hava nógv til felags.

Gunnar Restorff, lektari í støddfrøði