26.10.2022
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Ein heil vika ognað útinámsfrøði

Siðvenja er á Námsvísindadeildini at hava felags evnisviku fyri lærara- og námsfrøðingalesandi, har tey lesandi arbeiða við ávísum evni, sum er viðkomandi fyri útbúgvingina og yrkið aftaná. Í ár var evnið útinámsfrøði

Útinámsfrøði er viðkomandi bæði á dagstovnum og í fólkaskúlum, har tað sum oftast verður nevnt útiskúli. Barna- og Undirvísingarstýrið í Danmark arbeiðir við hesi lýsing ini av útiskúla:

“Útiskúli snýr seg um, at undirvísingin við støði í læringsmálunum í einstøku lærugreinunum regluliga og yvir eitt longri tíðarskeið fer fram uttan fyri flokshølið og skúlan. Útiskúli er samspæl millum undirvísing inni og úti. Útiskúli snýr seg um, at næmingarnir brúka og samantvinna ta ástøðiligu vitanina, sum teir nema sær inni í flokshølunum, uttan fyri skúlan, og at tikið verður samanum aftur inni í flokshølinum. Útinámsfrøði kann t.d. fara fram í náttúruni, á stovnum og fyritøkum, á søvnum, í kirkjum o.s.fr.

Útinámsfrøði verður sostatt praktiserað við útiskúlanum, sum er vorðin ein meira vanlig undirvísingartilgongd í fólkaskúlum. Á dagstovnaøkinum er útinámsfrøði eisini blivin ein stórur partur av virkseminum.

Nógvar kanningar vísa, at útinámsfrøði hevur fleiri jalig árin á fólkaskúlanæmingar og á børn á dagstovnum.

Kanningar, sum Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd (VIVE) og Center For Børn og Natur hava gjørt, staðfesta m.a, at útiskúli og útinámsfrøði eru rørslu- og heilsufremjandi, og hava góða ávirkan á motivatión, trivnað, hugflog, forvitni, hugsavningarevni og sosialar førleikar hjá børnum. Eisini stimbrar virksemi í náttúruni ella uttan fyri siðbundna flokshølið spæl og læring hjá børnum væl. Kanningarnar vísa somuleiðis, at útinámsfrøði hevur við sær, at børnini fáa tættari samband við náttúruna og verða betur før fyri at samantvinna teori og praksis.

Tí kann hugsast at útnámsfrøði sum frá líður fer at fáa meira rúm á dagstovnum, frítíðarskúlum og fólkaskúlum.

Til evnisvikuna á Námsvísindadeildini hevði Jensia Brodersen frá frítíðarskúlanum Spíranum í Havnardali framløgu um, hvussu Spírin brúkar útinámsfrøði í dagliga virkseminum til at læra børnini um náttúruna og at spæla og virka í henni.

Eisini hevði Petur Lamhauge, undirvísari á Námsvísindadeildini, framløgu um útiskúla, og hvussu ávísir skúlar í Føroyum hava arbeitt við hesi læringstilgongdini.

Evnisvikan á Námsvísindadeildini endaði við stórari framsýning, har tey lesandi á kreativan hátt vístu fram úrslitini frá evnisarbeiðinum og komu við dømum og íblástri til, hvussu til ber at arbeiða við útnámsfrøði.

Í evnisarbeiðinum tóku tey lesandi støði í teimum skeiðunum, sum tey í løtuni taka á Námsvísindadeildini. Ein partur av evnisvikuni snúi seg eisini um at brúka javnlíkamettar vísindaligar greinar um útinámsfrøði og at samantvinna tær við evnisarbeiðið.

Her eru nakrar myndir frá evnisvikuni um útinámsfrøði