12.12.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ein íspunnin søga?

Í nýkomnum greinasavni í Írlandi skrivar Eyðun Andreassen, professari, um mentanarsamband millum Føroyar og Írland. Millum onnur evni í greinini spyr hann, hvussu álítandi søgan um írsku munkarnar í Føroyum í veruleikanum man vera. Er søgan um teir ikki tann beri heilaspuni?


Keldan til frásøgnina um írsku munkarnar í Føroyum er hvalbiarpresturin Jóhan Hendrik Schrøter.


Hann er kendur sum maður við sveimandi hugflog. Hann var eisini hugtikin av søgum úr fornum tíðum. Tann áhugin kann vera vaksin – og kanska íkomin – í 1817, tá hann varð biðin um at gera uppskriftir av Sjúrðarkvæðunum. Hann hevði eisini áhuga fyri tí føroyska málinum og týddi Matteusar evangelium til føroyskt. Hann skrivar í 1852, at í Suðuroy er søgn um heilagar menn, ið fyrr í tíðini hava búð í Føroyum. Hann nevnir ongar heimildir annars, og tað kann vera líkt til, at søgan er íspunnin.


Hetta kann hava hent soleiðis.


1)    Í 1828 flytir Schrøter úr Hvalba til Havnar. Sum prestur í Hvalba í áratíggjur kennir hann væl allar sagnirnar har í bygdini og aðrastaðni um írskar sjórænarar, ið herjaðu m.a. í 1629, tá teir rændu ein heilan hóp av gentum og konum úr Hvalba, og sum eingin hevur frætt frá síðan. Har eru staðanøvn sum Íradammur og Turkagravir og onnur, ið minna á hesar øgiligu tilburðir.


2)    Í Havn frættir hann um og sær eystur á Høgoyggj í Nólsoy, og onkur peikar honum á Íraholið høgt uppi undir fjallatromini.


3)    Árini frammanundan (1807 og 1827) eru komnar heilar tvær útgávur av frásøgnini hjá Dicuil um munkar á siglingsferð millum (annars ónevndar) oyggjar tvey samdøgur við góðum byri norðan fyri Írland.


4)    Schrøter hevur brævaskifti við m.a. danskar granskarar, ið góvu út fornnorrønar bókmentir m.a. tær íslendsku Landnámabók og Íslendingabók, har greitt er frá írskum munkum (papum), ið búðu í Íslandi, (men ikki úti í holum og gjáum í fjøllunum).


5)    Um hetta mundi (1832) kemur Føroyingasøga fyrstu ferð út á føroyskum. Schrøter hevur sjálvur gjøgnumgingið alt handritið og bøtt munandi um tað, sambært útgevaranum C. C., Rafn. Í fororðinum har vísir Rafn til Dicuil.


6)    Tað er væl hugsandi, at Schrøter hevur lisið Dicuil.


7)    Hin víðfarni hugin hjá Schrøter, ið longu frammanundan væl og virðiliga er floygdur, fer nú á sveim og dregur alt hetta saman til eina frásøgn um írskar munkar í Føroyum, og letur hana prenta í 1852 í Antiquarisk Tidsskrift í Keypmannahavn á bls. 147.


8)    Samanpentingin hjá Schrøter hóskar væl við eina ráðandi romantiska hugmynd um eitt aldargamalt mentanarsamband millum Írland og Norðurlond, og tí verður hon standandi sum  púrasta sonn og álítandi framvegis. Eisini millum granskarar, ið áttu at hugsað eitt sindur djúpari.


9)    Søgnin um írsku munkarnar hevur valla nakað sum helst upp á seg. Vánirnar hjá fólki at kunna lívbjarga sær úti í fjøllunum í Føroyum – í holum og hellum – í 100 ár eru so ússaligar, at tað í sjálvum sær eigur at reisa iva um sannleikan í søgnini. Kortini er hetta uppískoytið hjá Schrøter komið at standa sum ramasti sannleikin um elstu búsetingina í Føroyum. Eisini millum granskarar nú í tíðini.

 

Greinin eitur "Irish Kings, Pirates and Hermits on The Faroe Islands" og stendur í: Atlantic Currents / Sruthanna an Aigéin Thiar. Dublin 2012.