University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ein nýfunnin summaryrking
31.05.2013
Føroyamálsdeildin

Ein nýfunnin summaryrking

Símun av Skarði týddi í Klaksvík 1. mai 1900



Páll Ólafsson:

Summarkvæði

Vælsignað ver tú, summarsól,
sum sveipar gull um dal og hól
og gyllir fjøll so himmalhá
og fjallavøtn so blá!
Nú fossar lækjur, áir smá’r
sær spæla við títt gylta hár;
tú fjálgar við tín heita kinn
hvønn hvítan fjallatind.

Tú klæðir alt í gull og glans;
tú styrkir allar vónir mans;
og hvønn, sum grætur tár í neyð,
tín strála kyssir tey;
tú fyllir dal við fuglasong,
og ikki finst tann nátt so long,
tú sendir heim til húsa blítt
úr suðri lot so lýtt.

Tú gleðir, fjálgar, føðir alt
um fjall og dal og klæðir alt,
og gongur tú undir, gerst tað kalt,
tá grætur alt, ja alt.
Vælsignað ver tú summarsól,
sum sveipar gull um dal og hól
og gyllir fjøll so himmalhá
og fjallavøtn so blá!



Páll Ólafsson (1827-1905): “Ó blessuð vertu, sumarsól”. 1899-1900. Ljóðmæli I-II. Týðingin stendur brævi brævi Símunar til Sonnu, dagf. Í Klaksvík 1.05.1900.Tónaskaldið Ingi T. Lárusson hevur gjørt lag til yrkingina.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rógvi Olavson Klipt

    Kreppustýring: Álit gevur ikki av sær sjálvum legitimintet

  2. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  3. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst