14.10.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Einans 109 toskar á Føroyabanka í 29 hálum

Tað var samlaða veiðan av toski, sum Magnus Heinason fekk teir 5 dagarnar, hann gjørdi yvirlitstrolingar á Bankanum í september mánað í ár.


Í vekt var samlaða veiðan av toski 674 kg. Hetta svarar til eina miðalveiðu, ið er 23 kg av toski fyri hvønn fiskitíma, sum er ein minking uppá 2 % samanborið við veiðuna í fjør, tá samlaða veiðan av toski í heyst- yvirlitstrolingini var 687 kg. Støðan hjá toskinum á Bankanum er sostatt vánalig. Og hon bara versnar. Nú skulu ikki so nógvir fingrar til, at telja toskarnar, sum fingnir verða. Í heyst-yvirlitstrolingini 2007 fekk Magnus Heinason 147 toskar og í 2006, 163 toskar. At støðan er vánalig, sást eisini aftur á fiskiaktivitetinum á Bankanum. Teir 5 dagarnar, sum Magnus Heinason royndi á bankanum, var einki annað fiskiskip at síggja á Bankanum, hóast línubátarnir høvdu loyvi at royna har. Og tað sigur helst ikki so lítið.

 
Toskurin feitari
Tað er tó at fegnast um, at fiskurin henda túrin var 4% feitari enn fyri einum ári síðani. Hetta sæst, tá hugt verður at konditiónsfaktorinum. Konditiónsfaktorurin er eitt lutfall í millum vekt og longd á fiskinum, og sigur okkum, hvussu feitur fiskurin er. Hægri hetta talið er, feitari er fiskurin. Miðalkonditiónsfaktorurin hendan túrin var 1,08, sum er 4% hægri enn í fjør, tá konditiónsfaktorurin var 1,04.

Nøgdirnar av hýsu og upsa minka eisini
Nøgdin av hýsu og upsa minkar framvegis. Miðalveiðan av hýsu hendan túrin var 59 kg pr. fiskitíma, móti 92 kg árið fyri. Hetta er ein minking uppá 36%, samanborið við 2006 og einans 26% av veiðuni í 2006. Samlaða veiðan av upsa var 293 kg, sum svarar til 10 kg fyri hvønn fiskitíma. Hetta er 49% minni enn upsaveiðan í 2007 og einans 3% av upsaveiðuni í 2003.

Hóast minking í veiðuni, kunna vit tó fegnast um, at bæði hýsan og upsin vóru feitari í ár enn fyri einum ári síðani. Miðal konditiónsfaktorurin hjá hýsuni var 1.3% hægri hendan túrin og hjá upsanum var hann 4% hægri enn fyri einum ári síðani.