University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skitsa Nýggja Frælsið
14.11.2025

Einmælt samtykt: Umbyggingin av Frælsinum heldur fram

6. november atkvøddi Løgtingið einmælt fyri at projektera næsta byggistig á Frælsinum fram til útboð. Við hesum er enn eitt avgerandi stig tikið frá niðurslitnum skúla til nútímans universitet

Tað var ein samd Fíggjarnevnd, sum mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið um at projektera næsta byggistig á Frælsinum fram til útboð.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, Beinir Johannesen, næstformaður, Bjarni Hammer, Dennis Holm, Hanna Jensen, Magnus Rasmussen og Rósa Tyril Gardlykke, nevndarlimir í Fíggjarnevndini, skrivaðu soleiðis í áliti sínum til tingið:

"Nevndin er samd um, at tað er av alstórum týdningi, at arbeiðið við at seta skúlabygningarnar á Frælsinum í góðan stand til dagsins og framtíðar tørv hjá Fróðskaparsetri Føroya má halda fram. Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið".

Og tað gjørdi løgtingið við triðju viðgerð tann 6. november 2025 við atkvøðunum 30-0.

Landsverk er byggiharri, og Bárður í Baianstovu, sum er arkitektur og verkætlanarleiðari har, greiðir niðanfyri frá, hvussu ætlanin er at tryggja nútímans karmar fyri hægri útbúgving og gransking í Føroyum. M.a. at gamli Venjingarskúlin nú fær nýtt lív sum framtíðartryggjaður universitetsbygningur.

Sí video her

Kunna teg annars meira um kampusverkætlanina á Setrinum her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Herskip Í Havn Bjarni Rubeksen KVF

    Alment tiltak: Smátjóðir í stórveldastríðnum

  2. Uarctic Congress 2026 (1)

    Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu

  3. Screenshot 2026 05 18 At 13 23 40 Uarctic Congress 2026 Tórshavn Faroe Islands

    Dagsatgongumerki til UArctic-ráðstevnuna við Tjarnir