University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Eivindaródn – Greinar 1979-2011
29.04.2012
Fróðskapur Føroyamálsdeildin

Eivindaródn – Greinar 1979-2011

Fróðskapur hevur givið út savn við 46 greinum, sum Eivind Weyhe hevur skrivað, í sambandi við, at hann fylti 70 ár flaggdagin. Heiðursritið var lagt fram á móttøku í Læraraskúlahøllini 27. apríl. Savnið er 662 síður og kostar 350 kr


Eivindaródn – Greinar 1979-2011 er eitt víðfevnt og djúptøkið íkast til kunnleika og orðaskifti um føroyskt mál og mentan frá einum av fremstu málfrøðingum okkara. Eivind Weyhe hevur í starvi sínum á Fróðskaparsetri Føroya síðan 1979 laðað upp í vitan okkara um ein langan repil av málsligum og skaldskaparligum evnum í føroyskari mentan og styrkt støðið undir framhaldandi føroyskari gransking.

Anfinnur Johansen, Turið Sigurðardóttir og Tóta Árnadóttir hava ritstjórnað savninum, sum er býtt upp í 4 partar:

Navnafrøði – við 25 greinum
Málføri– við 6 greinum
Málfrøði– við 5 greinum
Kvæði – tættir – sangir  – við 10 greinum

Aftast er ritskrá við útgávum Eivinds í tíðarrøð. Flestu greinarnar hava verið á prenti fyrr, í ymsum tíðarritum, ráðstevnubókum og líknandi. Seks greinar hava ikki verið á prenti áður, her er talan um fyrilestrar, sum hava verið hildnir í útvarpinum.

Á kápuni eru myndir av leirlistaverki eftir Guðrið Poulsen. Listaverkið, eitt trívítt føroyakort, stendur við Føroya Læraraskúla. Tað er gjørt við fyrimynd í einum parti av landkortinum Carta Marina (1539) eftir svian Olaus Magnus.

Orðið ódn í bókaheitinum sipar til víddina í avrikum Eivinds. Ódn merkir øki tikið fyri í einum, tá ið sligið verður, tað er breiddin, ið líggin røkkur um í einum sveipi. Sum granskari og lærari hevur Eivind havt sína ódn á Fróðskaparsetri Føroya, síðan hann í 1979 kom í nýtt starv á Føroyamálsdeildini, og øll hansara undirvísing og gransking hevur verið um føroyskt mál og mentan. Umstøðurnar høvdu við sær, at føroysk staðanøvn gjørdust hjartatátturin í starvi Eivindar – kvæðini kundu eins væl verið tað. Hann hevur í teimum greinum og ritgerðum, sum henda bók goymir, lagt fram nýggja vitan, kunnleika og frágreiðingar um staðanavnafrøði og aðra navnagransking; bygdamál og onnur málfrøðilig evnir; kvæðini hava heldur ikki verið við sviðusoð: kvæðahandrit eru greidd til útgávu eftir filologiskum reglum og leggja álítandi støði undir framhaldandi gransking; eisini tættir og nýggjari skaldskap hevur Eivind skrivað um. Bókin talar fyri seg um tað, sum Eivind Weyhe hevur avrikað í føroyskari granskingarsøgu.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025