Sigri M. Gaïni hevur frá januar havt blogg í Dimmalætting, og vit fara komandi tíðina at leggja nakrar av teimum á heimasíðuna. Undir tekstinum stendur, nær tær hava verið prentaðar (Foto: dimma.fo) (Foto: dimma.fo)
Sigri M. Gaïni
04.04.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Eksistensialisma

”Vit eru dømd til frælsi”. ”Lívið er absurd”.

Hetta eru orðingar, ið lýsa sjálvan kjarnan í eksistensialistisku virðishugsjónini, ið vann fram í 1950-unum. Henda hugsjón sprettur tó úr eldri idéum, og summi siga danska heimspekingin, Søren Kierkegaard (1813-1855), at vera upprunamannin til eksistensialismuna. Kierkegaard var tó, sum kunnugt, trúgvandi maður, meðan eksistensialisman, soleiðis sum vit kenna hana í dag, vanliga byggir á ateistiska – ella í øllum førum ikki-átrúnaðarliga – grund.

Eksistensialisman leggur áherðslu á, at menniskjað hevur eitt nærum óavmarkað frælsi, av tí at tað verður ”blakað í hesa verð”, sum í roynd og veru er absurd. Hetta merkir, at hvørki heimurin, sum vit liva í, ella lívið sjálvt, hevur nakra yvirskipaða, djúpa ella sanna meining. Við hesum nærum markleysa frælsinum fylgir tó ein ovurstór ábyrgd – og er ein partur av hesari ábyrgd skyldan til sjálv at skapa eina meining við lívinum.

Eitt hitt kendasta umboðið fyri eksistensialismuna var franski heimspekingurin, Jean-Paul Sartre (1905-1980), og var tað eisini Sartre, ið skírdi menniskjað at vera ”dømt til frælsi”.

Tá ið vit gerast tilvitað um egna frælsi okkara, kann ongin taka tað frá okkum. Hetta er eyðsæð ómetaliga frígerandi, men ”dómurin” minnir okkum eisini á ábyrgdina, ið fylgir við. Vit eiga fulla ábyrgd av øllum okkara lívsvalum – og hóast lívið sambært eksistensialistunum er absurd, so hava val og gerðir okkara avleiðingar bæði fyri okkum sjálvi og fyri medmenniskju okkara.

Sambært Sartre eru vit altíð fræls, líka mikið hvørjari støðu vit eru í. Sartre vísir í einum dømi á, at sjálvt í eini støðu, har eitt menniskja situr í fongsli, er tað grundleggjandi frælst. Tað er eksistensielt frælst, sum merkir, at í síni veru sum eksisterandi menniskja, er tað frælst. Ongin kann taka frá einum menniskja, hvat tað velur at hugsa, og um tað velur at kenna seg frælst í sínum innara lívi, óansæð ytri umstøður. Sambært Sartre hevur menniskjað sostatt altíð eitt val í lívinum – nevniliga valið um, hvussu tað tulkar seg sjálvt í mun til ávísar støður, og hvønn veg tað leiðir sínar tankar.

Um man, sum eksistensialistarnir, sær heimin sum verandi absurdan, t.e. uttan nakra hægri meining, so gerast fyribrigdi sum eitt nú kríggj enn meira meiningsleys, enn tey longu eru fyri fólk flest. Trýr ein hvørki uppá reinkarnasjón ella eitt lív eftir deyðan, so er kanska eisini enn meira meiningsleyst at lata fólk doyggja í kríggi, enn tað longu er frammanundan.

Angist er eitt annað hugtak, ið hoyrir eksistensialismuni til – og her sæst arvurin eftir Kierkegaard aftur. Kierkegaard skrivar nevniliga um eina eksistensiella angist, ið fylgir við tí at vera menniskja. Kierkegaard leggur áherðslu á, at henda eksistensiella angistin nettupp kemst av, at menniskjað er frælst og tí eigur ábyrgd av sínum egnu gerðum. Henda ábyrgd skapar angist, bæði av tí at menniskjað ger mistøk, ið tað angrar – men eisini heilt einfalt av sjálvari tilvitanini um ovurstóru ábyrgdina, ið altíð hvílir á tí.

Hvat kunnu vit so nýta eksistensialismuna til?

Eksistensialistiska hugsjónin minnir okkum á, at vit altíð hava valmøguleikar í lívinum, óansæð hvørjari støðu vit eru í. Hesir valmøguleikar lata upp fyri loysnum upp á  avbjóðandi støður (so sum, hvussu ein heldur fast í frælsi sítt óansæð umstøður), men teir lata eisini upp fyri heilt ítøkiliga at kunna ”byrja av nýggjum”. Tað er ongantíð ov seint at taka nýggj val, ið broyta lívið fullkomiliga.

Politiski filosoffurin, Hannah Arendt (1906-1975), sum vit áður hava verið inni á, verður onkuntíð eisini roknað upp í eksistensialistarnar, og leggur Arendt eisini dent á møguleikan, sum menniskjað hevur at byrja av nýggjum, so leingi sum lív er. Arendt brúkar í hugleiðingum sínum hugtakið natalitet – ella á enskum natality – ið upprunaliga merkir føðing.

Natalitetur – ella hin ævigi møguleikin at endurføðast við at taka nýggj val – er grundleggjandi partur av eksistensialismuni og eksistensialistisku frígeringini.

Við frígeringini fylgir tó eisini eitt annað slag av frælsi. Tá ið vit eru leys av eini yvirskipaðari meining við lívinum og verðini, eru vit í prinsippinum eisini leys av øllum kúgandi siðvenjum og dogmum; vit eru leys av at skula liva eftir eini myndugleikatrúgv ella at prógva okkum sjálv av eitt nú sosialum ávum.

Frígeringin liggur í at liva lívið til fulnar, tilvitað og ektað, við fullari ábyrgd fyri valunum, ið ein tekur.

Hesin bloggur var upprunaliga í Dimmalætting 26. mars 2022