University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Elektroniskt umsóknarblað
01.03.2016
Setursskrivstovan

Elektroniskt umsóknarblað

Fyri fyrstu ferð ber til at søkja inn á Setrið á elektroniskum umsóknarblaði


Kl. 12 í dag varð tendrað fyri elektroniskum umsóknarblaði á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er fyrstu ferð, at tey, ið ætla sær at lesa á Setrinum, hava møguleika at søkja beinleiðis á teldutøkum umsóknarblaði, ið ikki skal skrivast út.

– Hetta er ein sjálvsagdur liður í at nýmótansgera Setrið, sigur Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóri á Setrinum.

Hann vísir á, at talið av lesandi er vaksandi, og tað setur størri krøv til fyrisitingina.

– Nú umsóknirnar verða elektroniskar, so fara vit í stóran mun at sleppa undan pappíri, og tað verður eisini nógv ómakaleysari og skjótari at viðgera umsóknirnar, sigur fyrisitingarstjórin.

Í fyrsta umfari eru elektroniskar umsóknir til tey, ið søkja inn eftir kvotu 2, har umsóknarfreistin er 15. apríl. Jørgen Meitilberg upplýsir, at fyrsta dagin verða elektronisku umsóknarbløðini til kvotu 1 eisini tøk.

Tað verður kortini framvegis møguligt at senda pappírsumsóknir inn til Setrið hjá teimum, sum av einihvørjari orsøk ikki hava umstøður at senda elektroniska umsókn.

https://upptoka.setur.fo/

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga