Endurlýsing eftir rektara til Fróðskaparsetrið
Ov fáar umsóknir vóru í fyrra umfari, og starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya verður tí lýst leyst av nýggjum. Nýggja freistin er 28. mai.
Stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur eftir tilmæli frá setanarbólkinum gjørt av at lýsa starvið sum rektari leyst av nýggjum, soleiðis at fleiri fáa høvi at søkja. Tá upprunaliga freistin var úti, vóru tríggjar umsóknir komnar, harav ein varð mett ikki at uppfylla grundleggjandi krøvini til tílíkar umsóknir.
Í hesum sambandi er starvslýsingin dagførd, millum annað grundað á tær afturmeldingar, ið eru komnar til fyrru lýsingina.
Minni dentur verður lagdur á fyrisitingarligar og málsligar førleikar, og tað er ikki nakað krav, at viðkomandi hevur djúptøknar granskingarførleikar.
Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi. Rektarin skal hava eina sterka akademiska bakgrund og evni at skapa undirtøku bæði innanhýsis og uttanhýsis. Samstarv við granskingarstovnar, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og vinnulív bæði í Føroyum og uttanlands verður raðfest høgt.
Saman við leiðslu og stýri skal rektarin í heyst dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum, og næstu fimm árini ganga á odda í arbeiðinum at styrkja støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepli í Norðuratlantshavi.
Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.
Umsóknarfreistin er 28. mai 2019, og rektarin byrjar í starvinum 1. september 2019. Starvstíðin er fimm ár.
Starvslýsingin kann lesast her
- 15.04.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiSemjuskjal um heilsugransking og undirvísingMargit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og Djóni N...
- 15.04.2024 Setrið LestrarskrivstovanUmsóknarfreistin til kvotu 2 er á midnáttErt tú til reiðar? Á midnátt 15. apríl er umsóknarfreist...
- 10.04.2024 Setrið LestrarskrivstovanSetrið vitjar miðnámsskúlarnarNú er Setrið farið á ferð kring landið til miðnámsskúlarn...