18.05.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Enn ber til at søkja inn á masterútbúgvingina “West Nordic Studies”

Eftir at freistin at søkja inn til nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu var farin 1. mai, vóru 10 umsóknir um upptøku komnar.


Talan er um ávikavist 5 føroyskar og 5 útlendskar umsøkjarar. Hetta merkir, at enn ber til at søkja inn á útbúgvingina. Møguleiki er fyri at taka upp 7 føroysk og 8 útlendsk lesandi afturat. Og freistin fyri at søkja inn er tí longd til 1. august 2015.

Umsóknirnar, sum koma inn, verða viðgjørdar eftir tí raðfylgju, sum tær verða móttiknar í, og umsøkjarar fáa svar so hvørt, 14 dagar eftir at Setrið hevur móttikið umsóknina.

Masterútbúgvingin West Nordic Studies  er skipað saman við Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólanum á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs og byrjar á heysti í 2015. Talan er um eina nýggja altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í útnorðurnámi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu.

Nýggja masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Vesturnoregi, og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorðri.

Masterútbúgvingin gevur ítøkiliga vitan um arktiska økið umframt førleikar at leiða og viðgera samtíðarspurningar og samtíðarkjakevni í søguligum høpi, t.d. samfelagsligar broytingar, veðurlagsbroytingar og spurningar um burðardygd.

Til ber at lesa meira um útbúgvingina her. Nærri kunning fæst eisini hjá Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðara, á tlf 292599 ella telduposti: laub@setur.fo