09.10.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Enn ein bachelorur í lívfrøði

Ari Jespersen kann nú kalla seg bachelor í lívfrøði, eftir at hann mikudagin 8. oktober var til sína seinastu próvtøku á Setrinum.


Próvtøkan var ein framløga av bachelorverkætlanini, sum ber heitið:


“Steps towards next generation sequencing of Haemoglobin”

Í uppgávuni hevur Ari Jespersen kannað genini, sum stýra hemoglobin, ið er eitt protein, sum flytur oxygen runt í blóðinum.

Í uppgávuni hevur Ari roynt at kanna nakrar metodur, sum verða nýttar á Fráðskaparsetrinum, nú farið er undir at gera genetiskar kanningar at toskinum á føroyska landgrunninum og á Føroyabanka.

 

Les uppgávuna her (pdf-fíla; 1,2 MB).