Skriva út

Enn eina ferð Frida Zachariassen og Malan Marnersdóttir

Seinnapartin leygardagin 15. september letur framsýning upp í Klaksvík við málningum eftir Fridu Zachariassen.


Tað er Norðoya Listafelag, sum skipar fyri framsýningini í sambandi við at Frida hevði verið 100 ár seinni í hesum mánaðin.  Framsýningin er opin leygar- og sunnudagin 15. og 16. september 2012 í Skúlanum við Ósánna.

Tá ið framsýningin letur upp fer Karin Jacobsen at lýsa pápasystrina Fridu. Ein av bestu portrettum sínum málaði Frida Zachariassen av Karini. Steintór Rasmussen, sum eisini er skyldur við Fridu, fer at syngja. Harafturat heldur Malan fyrilestur um listakvinnuna Frida Zachariassen.

Framsýningin í Keypmannahavn læt upp 2. juni, og tá helt Maria Marcus røðu. Hon var biðin, tí hon var ein av teimum, sum ummæltu framsýningina við føroyskari list, sum Listafelag Føroya skipaði fyri í Den fri udstillingsbygning í Keypmannahavn í 1955. Í røðu síni segði Maria Marcus millum annað:

Eg minnist myndir hennara. Í Information skrivaði eg, at sterku og einføldu linjurnar høvdu dám av meksikanskari list. Serliga minnist eg myndina ”Kona” – hon líkist jú einum meksikanara! (...) Ein fær eisini høvi til at kenna hana sjálva, tí ein málningur er eisini altíð sjálvsmynd. Tað visti Frida. Í danskari avíssamrøðu segði hon í 1965:

"Hygg at myndum mínum, í tær havi eg lagt so mikið av mær sjálvari, sum eg kenni til"

Framúrskarandi framsøgn, eyðmjúk og kortini við sjáldsomum innliti í sálarligu náttúruna – alt tað, ið krógvar seg, okkurt vit vit ikki vita – og sum vit kanska kortini vita gjøgnum listina, har tað kemur til sjóndar. (MM týddi) (...) Nú eri eg meira tilvitað enn í 1955 um, at tað vóru ikki bara linjurnar, men eisini litirnir, tað koloristiska í málningum hennara. Teir hava káman dám, eru næstan sum mjólk, mildir og duldarfullir, opinleiki mótvegis tí gátuføra í náttúruni, sum hóskar so væl saman við viljasterku linjunum – sjógvur er allastaðni og linjurnar toyggja seg – tað man vera hugtakandi í hasum oyggjunum

Myndirnar á framsýningini í Klaksvík eru tær somu, sum vóru sýndar fram á Norðuratlant¬isku bryggjuni í Keypmannahavn í summar. Fyri úrvalinum stóð Malan Marners¬dóttir, professari og dekanur á Setrinum. Fyrilesturin í Klaksvík lýsir støðu Fridu í føroyskari list, hon var nýskapandi og egin slóðbrótari.