University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2022-11-04 at 10-38-01 Hava nú skrivað undir slóðbrótandi avtalu.png

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, taka lógvatak, nú týdningarmikla avtalan er undirskrivað (Foto: torshavn.fo)

Brynhild Thomsen
04.11.2022
Setrið Setursskrivstovan

Enn eitt fet nærri Seturskampus

Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið um kampusøkið á Frælsinum undirskrivað, og sostatt er enn eitt týðandi fet tikið fram móti at savna virksemið á Setrinum

Í dag settu Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sínar undirskriftir undir eina sera týdningarmikla avtalu fyri framtíðina hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Landsstýrið og kommunan eru á einum máli um, at eitt samanhangandi umhvørvi fyri hægri lestur skal mennast í høvuðsstaðnum, og at ognirnar á Frælsinum skulu brúkast til at fáa framt ta stóru kampusætlanina, sum hevur ligið á arbeiðsborðinum nú í nøkur ár.

Yvirskipaða kampusætlanin, har umrødda avtalan er partur, er, at verandi bygningar á Frælsinum skulu gerast í stand, ein høvuðsbygningur og bygningar til einstøku deildirnar skulu byggjast, og at lestraríbúðir somuleiðis skulu byggjast á økinum á Frælsinum, sum harvið verður eitt samlað universitetsøki.

Samstundis hevur Tórshavnar kommuna sagt leigusáttmálan hjá Fróðskaparsetrinum av Sjóvinnnuhúsinum á Vestaru bryggju upp. Flytingin verður tó so lagalig, at hon ikki skal ávirka dagliga virksemið hjá Fróðskaparsetrinum.

Fyrireikingarnar at skriva út eina arkitektakapping um nýggja høvuðsbygningin hjá Fróðskaparsetri Føroya eru byrjaðar, og hetta er somuleiðis eitt týðandi stig fram móti at fáa alt Setrið savnað á einum nútíðarhóskandi universitetsøki í býnum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing