University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2024 10 01 At 13 35 41 Minority Language Learning For Adult Migrants In Europe 1St Edition

Anna-Elisabeth Holm, ph.d. og starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað ein kapittul í nýggju útgávuni hjá forlagnum Routledge

03.10.2024
Setrið Føroyamálsdeildin

Er føroyskt mál lykilin til inklusjón?

Føroysk gransking er partur av útgávuni Minority Language Learning for Adult Migrants in Europe, sum forlagið Routledge gav út í síðstu viku

Er føroyska málið lykilin til faklærd størv og inklusjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum? Hesin spurningurin er millum mangar, sum verður settur á breddan í nýggjari javnlíkamettari bókaútgávu hjá forlagnum Routledge. Tað er Anna-Elisabeth Holm, ph.d. og starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya, sum eigur føroyska íkastið í bókini um minnilutar og máltøku.

Nógv er granskað og skrivað um máltøku, læring og annaðmálsundirvísing fyri tilflytarar í samfeløgum, har heimsmál sum enskt og onnur stór tjóðarmál eru tøkumálið. Men tá talan er um máltøku hjá tilflytarum í fleirmæltum smámálsøkjum, oyggjasamfeløgum sum Føroyum og útjaðarum í Europa, har fáment og/ella minnilutamál eru regións- ella høvuðsmál, so er lítið og einki granskað í hesum viðurskiftum. Vitanin er tí avmarkað.

Tí er bókin Minority Language Learning for Adult Migrants in Europe, sum samfelagsmálfrøðingarnir James Simpson og Sari Pöyhönen hava ritstjórnað, forvitnislig, nýskapandi og eisini kærkomin.

Í bókini eru tíggju kapitlar, sum lýsa ymisk viðurskifti í sambandi við royndir hjá vaksnum tilflytarum við at læra smá- ella minnilutamál ymsastaðni í Europa. Luppurin verður settur á avbjóðingar og møguleikar, og á sambandið, sum er millum politikk og praksis.

Kanningarnar, ið ymsu kapitlarnir snúgva seg um, eru allar upprunaligar, og tær flestu eru grundaðar á kvalitativar dátur og háttaløg, herundir samrøður, greiningar av skjølum og etnografiskar kanningar.

Anna-Elisabeth Holm hevur skrivað kapittul fýra, sum hevur heitið The Situated Nature of Investment in Language Learning: The Case of Two New Speakers of Faroese. Hann er grundaður á etnografiskar dátur, ið vóru partur av ph.d.-verkætlan hennara.

Umframt at lýsa royndir hjá tilflytarum av øðrum uppruna enn norðurlendskum við at læra føroyskt, og á ymisk støðutreytað viðurskifti, ið ávirka annaðmálsmáltøku, so verður í hesari útgávuni serligur dentur lagdur á ta sannroynd, at tað at skilja og tosa føroyskt ikki altíð er nóg mikið fyri at fáa atgongd til faklærd størv á føroyska arbeiðsmarknaðinum; krøv verða eisini um skilja danskt.

Hesar avbjóðingar verða lýstar gjøgnur søgurnar hjá tveimum væl útbúnum kvinnum, ið báðar hava lagt nógv fyri við at læra seg føroyskt, men ferð eftir ferð hava fingið fakliga viðkomandi starvsumsóknir havnaðar vegna vantandi kunnleika til danskt.

Nærri kunning um útgávuna hjá Elisabeth er her.

Les meira og bílegg nýggju bókina her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið