04.03.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Er framtíð Føroya grøn?

Komandi hósdag, 6. mars, verður skipað fyri einari orku- og umhvørvisráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Evnið á orkustevnuni er: "Er framtíð Føroya grøn?". Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa orku- og umhvørvisstøðu Føroya og á hvørja leið hon ber.


Leiðandi serfrøðingar innan orku, umhvørvi og vinnu luttaka á ráðstevnuni og greiða frá støðuni og framtíðini. Á orkustevnuni luttaka Jarðfeingi, SEV, Fróðskaparsetur Føroya og Umhvørvisstovan, sum í felag hava millum annað orku og umhvørvi sum sítt arbeiðsøki. Eisini verður vinnan umboðað. 

Ymisk evni verða viðgjørd, soleiðis at svar vónandi kann fáast upp á spurningar og ivamál um orku og umhvørvi. Frá Fróðskaparsetrinum luttaka Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Bárður Niclasen, lektari, sum fara at umrøða evnið "Varandi orka og Setrið". Eisini Bogi Hansen, ph.d., professari í havfrøði og adjungeraður á Setrinum luttekur við evninum "Er globala upphitingin avlýst".

Sí annars skránna fyri Orkustevnuna her

Ráðstevnan endar við einum aðalorðaskifti um orku og umhvørvi. Luttakarar í orðaskiftinum verða umboð fyri luttakandi stovnarnar, umframt at landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Jóhan Dahl, luttekur.

Orkustevnan varð hildin fyrstu ferð í Tórshavn í 2013. Orkustevnan 2013 var ein samanseting av sølustevnu og seminarum. 22 framsýnarar luttøku á messuni, meðan Umhvørvisstovan, Jarðfeingi, SEV, Agenda21 og VIT Orka luttóku í seminarunum. Stevnan vardi í tveir dagar, og umleið 1300 fólk vitjaðu stevnuna.