University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Er samband millum folinsýru og autismusjúkur?
01.11.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Er samband millum folinsýru og autismusjúkur?

Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið fyri eini granskingarverkætlan, at kanna um samband er millum tilskot við folinsýru og sjúku innan autismu-spektrið.


Úrslit frá eldri kanningum hava bent á, at samanhangur kann vera millum tilskot við folinsýru, tá mann er við barn, og vandan fyri, hvørt barnið fær sjúku innan autismu-spektrið.

Í hesu nýggju kanningini er talan um eina stóra burðarkohortukanning, sum er gjørd í Danmark. Kanningin hevði til endamáls at kanna  nærri, um samanhangur er, tá mamman antin hevur tikið folinsýrutilskot ella etið kost ríkan í hesum evni og tað, at barnið hevði autismu. Úrslitið frá kanningini kundi ikki staðfesta samband millum hesar tættir.

Hetta er størsta kanningin av sínum slagi. Úrslitið leggur dent á, at tað er neyðugt eisini at taka atlit til genetiskar variantar, ið hava týdning fyri, hvussu folinsýra verður umsett í kroppinum.

Meira kann lesast um evnið í greinini:
Folic acid supplementation and intake of folate in pregnancy in relation to offspring risk of autism spectrum disorder. Strøm M, Granström C, Lyall K, Ascherio A, Olsen SF. Psychol Med. 2017 Sep 26:1-7. doi: 10.1017/S0033291717002410. [Epub ahead of print]

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  2. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga

  3. Gunnhild Helmsdal

    Ph.d.-verja: Gunnhild Helmsdal