University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Erika grein í Nordic Journal of Migration Research
08.03.2017
Søgu- og samfelagsdeildin

Erika grein í Nordic Journal of Migration Research

Erika Anne Hayfield, Ph.D. og adjunktur í samfelagsvísindum, hevur greinina “Exploring transnational realities in the lives of Faroese youngsters” í seinastu útgávuni av tíðarritinum.


Greinin viðger ung og flytimentan í Føroyum. Í greinini verður grundgivið fyri, at føroysk børn vaksa upp í einari mentan, har flyting til og úr Føroyum (serliga til Danmarkar) hevur sera týðandi ávirkan á samfelagið og sosial viðurskifti í Føroyum.
Hjá børnum og ungum hongur flyting saman við skapanini av lívsleiðini. Tí sæst, at børn og ung menna eitt transnationalt sjónarhorn, áðrenn tey nakrantíð eru flutt úr Føroyum – og verður hetta seinni, hjá nógvum, til ein transnationalan livihátt.
Flyting er tí ein grundleggjandi partur av tí at vaksa upp í Føroyum, óansæð um ein seinni velur at flyta av landinum ella ikki.

Greinin byggir á samrøður við ung í tveimum aldursbólkum úr ymsum støðum í Føroyum. Talan eru um aldursbólkin 14-15 og 18-24 ár.

Tilvísing til greinina:

Hayfield, EA (2017) “Exploring transnational realities in the lives of Faroese youngsters”, Nordic Journal of Migration Research, 7 (1) https://www.degruyter.com/downloadpdf/j/njmr.ahead-of-print/njmr-2017-0007/njmr-2017-0007.pdf

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum