27.08.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

“Erotisk folkedikting i Norden”

MÁLSTOVA – KONSERT – DANSUR. Í døgunum 15. og 16. november skipar norðurlendska netverkið “Erotisk folkediktning i Norden” fyri málstovu á Hotel Tórshavn. Har fara bæði føroyskir og norðurlendskir granskarar at skifta orð um erotiskt drøg í skaldskapi á mannamunni, bæði í kvæðum og frásagnum. Til ber at tekna seg til málstovuna hjá Jarnfrid Kjøk: jarnfrid@online.no.

Í sambandi við málstovuna verða eisini tvey almenn og ókeypis tiltøk: Frásøgukvøld úti á Háskúlanum fríggjakvøldið 15.november, við tónleiki og frásøgufólkum úr fleiri londum og føroyskur dansur í Hornahúsunum leygarkvøldið kl. 21.
Um onkur hevur serligan áhuga fyri onkrum ávísum fyrilestri, ber til at venda sær til Tótu Árnadóttur á totaa@setur.fo, tað kann vera, at har eru tøk pláss, men tey, ið tekna seg til alla málstovuna, hava eyðvitað fyrsta rætt.

Fullfíggjað skrá fyri tiltakið.

 

Verkætlanin Erotisk folkedikting i Norden – Seminar og nettverk 2017-2019 er fyriskipað við stuðli frá Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Norsk Kulturråd.