University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Eru ikki ella ikki eru - ein málslig variatión
08.04.2013
Føroyamálsdeildin

Eru ikki ella ikki eru - ein málslig variatión

Børn undir skúlaaldur og í skúlaaldri brúka ymist orðarað og tað kemur serliga til sjóndar, hvar ið tey seta noktan inn í eykasetningin.


Smá børn siga líka gjarna »minnist tú, hví Pippi tímdi ikki at ganga í skúla« sum »minnist tú, hví Pippi ikki tímdi at ganga í skúla«. Tey halda sostatt fast við orðarað, sum annars millum vaksin tykist at vera á veg út.

Tá ið orð verða sett saman í setningar, liggur oftast rímiliga fast, hvussu orðaraðið er. Í høvuðssetningum kemur noktanin eftir sagnorðið: »hann kemur ikki í morgin«. Í eykasetningum hinvegin kemur noktanin vanliga undan sagnorðinum. Tó vísir ein variatión seg í eykasetningum, og hon snýr seg um, hvørjumegin sagnorðið noktanin ikki stendur. Her er eitt dømi til at lýsa, hvat ið meint verður við: »Alt í einum varnast hon, at tey eru ikki heima«. Vit síggja, at noktanin ikki stendur eftir sagnorðið, men mong høvdu ivaleyst líka gjarna valt orðaraðið »(…) at tey ikki eru heima«, og tað er uttan iva eisini tað vanligara í nútíðarføroyskum. Tað er tó greitt, at tað fyrra er tað eldra orðaraðið.

Hvat byggir hesin ymiskleiki í orðalag á? Hevur hann við ávís bygdarmál at gera? Ella skal orsøkin finnast í muni millum ættarlið? Tað kundi hugsast, at tilkomin og gomul høvdu lyndi at halda seg til tað eldra orðalagið, meðan hitt vinnur frama millum yngra fólkið. Onkur hevur hildið, at eldra orðalagið »at tey eru ikki« ikki longur er virkin partur av mállæruni hjá ungum fólki og at tey ikki natúrliga seta setningar saman á slíkan hátt.

Les grein hjá Zakaris Svabo Hansen, adjunktur í málfrøði á Føroyamálsdeildini, sum hevur staðið í Vikuskiftisblaðnum:

Eru ikki ella ikki eru - ein málslig variatión

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025