Navnframi professarin í lóg, Frederick Schauer, hevur undirvíst á Setrinum hesa vikuna, og fríggjadagin verður evnisdagur (Foto: WU Vienna)
09.06.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Evnisdagur: Frederick Schauer - framløgur og kjak

Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði heldur fyrsta evnisdag (symposium) sín fríggjadagin 11. juni klokkan 12:30 - 17:00 í sambandi við, at Frederick Schauer, professari, vitjar Fróðskaparsetrið

Koronastøðan ger, at evnisdagurin ikki er opin fyri almenninginum, men tiltakið verður stroymt. Leinkið til stroymingina er her.

Á evnisdegnum fara vísindastarvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini, hvørs fakøkið er lóg og stjórnmálafrøði, at leggja fram.

Framløgurnar fara á ymiskan hátt at viðgera verk eftir Frederick Schauer og evni, ið hava tætt samband við hansara verk. Schauer kemur síðani við sínum svarum eftir framløgurnar, og luttakarar og fundarfólk annars kunnu viðmerkja.

Orðstýrari verður Oda K. Strøm, løgfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum.

Skráin er henda:

12.30: Brynhild Thomsen, kunningarfólk: Presentatión av Frederick Schauer og um tiltakið.

12.40: Mikael M. Karlsson, professari: “Right About What? A Reflection on Sanctions and Legal Obligation".
• Frederick Schauer svarar.
• Kjak.

13.40: Heini í Skorini, adjunktur og PhD í altjóða politikki: “Hate Speech and Holy Prophets: How International Hate Speech Laws Can Justify Authoritarian Censorship Norms”.
• Frederick Schauer svarar.
• Kjak.

14.40: Steðgur.

14.55: Bárður Larsen, adjunktur og útbúgvingarleiðari: “Rules vs. standards and the Corona management”.
• Frederick Schauer svarar.
• Kjak.

15.45: Kristian Joensen, námslektari: “Meaning and doctrine in the context of legal transplants”.
• Frederick Schauer svarar.
• Kjak.

16:35: Mikael M. Karlsson: Orð at enda.


ÚTVALDAR BÓKMENTIR:

Tey, sum hava áhuga í umboðandi bókmentum, ið knýta seg at framløgunum, kunnu lesa verkini undir nøvnunum á luttakarunum niðanfyri:

Mikael M. Karlsson:
Frederick Schauer, “Was Austin Right After All? On the Role of Sanctions in a Theory of Law,” Ratio Juris, Vol. 23 No. 1 (March 2010) s. 1-21.

Heini í Skorini:
Heini í Skorini, Free Speech, Religion and the United Nations: The Struggle to Define International Free Speech Norms, Routledge University Press, 2020
Frederick Schauer, “The Exceptional First Amendment,” í Michael Ignatieff, red., American Exceptionalism and Human Rights, s. 29-56, Princeton University Press, 2005.

Bárður Larsen:
Frederick Schauer, “Formalism”, The Yale Law Journal, Vol. 97, s. 509-548, 1988.

Frederick Schauer, “Making Law with Rules and Standards”, kap. 10, s. 188-202, í Frederick Schauer, Thinking like a Lawyer¸ Harvard University Press, 2009.

Kristian Joensen:
Kristian Joensen, “Lockstepping. A View from a Tiny North Atlantic Jurisdiction”, Rutgers University Law Review, Vol. 72, s. 1195-1212, 2020.

Frederick Schauer, “Constructing Interpretation,” Boston University Law Review, Vol. 101, s. 103-132, 2021.