10.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Evnisdagur um fyrisitingarrættarligar royndarstovnar

18. mars frá klokkan 10-15 verður almennur evnisdagur á Fróðskaðarsetrinum um fyrisitingarrættarligar royndarstovnar í Ríkisfelagsskapinum

Undir Depli Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði verður evnisdagur 18. mars 2022 á Fróðskaparsetri Føroya um fyrisitingarrættarligar royndarstovnar í Ríkisfelagsskapinum.

Tiltakið er úrslit av samstarvi millum Syddansk Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, knýtt at felags granskingarverkætlan, fíggjað av Granskingarráðnum, um sokallaðan interregionalan rætt og skipan av almennum stovnum.

Skráin stendur í høvuðsheitum í framløgum frá løgfrøðingum við serfrøði í løgsøgu og samanberandi rætti og løgfrøðingum, sum annars hava fingist við spurningar um rættarligar royndarstovnar.

Tiltakið er skipað so, at hvør framløga fær uml. 30 minuttir, og síðani eru einir 10 minuttir til spurningnar og kjak.

Fundarstjóri er Jóhan Lamhauge, námslektari á Setrinum.

Skráin er henda:

10.00: Bárður Larsen, adjunktur, Fróðskaparsetur Føroya: “Indledning og præsentation”.

10.10: Bárður Larsen: “Problemet med den ubekymrede retlige transplantation”.

10.50: Pia Letto-Vanamo, dekanur á løgfrøðiliga fakultetinum á universitetinum í Helsinki: ”Udviklingen af forvaltningsdomstole i Finland.”

11.30: Ditlev Tamm, professari emeritus, Keypmannahavnar Universitet: “Udviklingen af det dansk-norske enstrengede retlige prøvelsessystem – nogle historiske overvejelser.”

12.10: Døgurðasteðgur.

12.50: Frederik Waage, professari, Syddansk Universitet: ”Surrogater for forvaltningsdomstole.”

13.30: José Maria Lorenzo Villaverde, adjunktur Syddansk Universitet: “Some reflections on interpretive authority in the constitutional context of the Danish Rigsfællesskab.”

14.10: Bent Ole Gram Mortensen, professari, Syddansk Universitet: ”Begrænsning af administrativ rekurs i Danmark”.

14.50: Bárður Larsen: ”Afsluttende bemærkninger”.

Evnisdagurin, sum er almennur og verður stroymdur, verður hildin á donskum/skandinaviskum máli á Fróðskaparsetri Føroya, Jónas Broncksgøtu 25, veghædd, 100 Tórshavn.

Leinki til stroymingina verður tøkt her á heimasíðuni stutt undan evnisdegnum.