(Foto: Elsa Maria H. Hansen)
30.08.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Evnisdagur um inklusjón í skúlanum

Mikudagin var aulan á Frælsinum karmur um evnisdag um inklusjón og inkluderandi skúlar. Námsvísindadeildin skipaði fyri í samstarvi við granskarar frá Aarhus Universiteti

Næstan 100 fólk frá øllum skúlaverkinum vóru við, tá Námsvísindadeildin helt stóran evnisdag í auluni í síðstu viku. Umboð fyri skúlaleiðslur, lærarar, námsfrøðingar og fólk frá stovnum og feløgum, sum varða av skúlanum, vóru við. Starvsfólk á Setrinum luttóku eisini.

Á skránni var fyrilestur við Lotte Hedegaard-Sørensen, sum er ph.d. og lektari í sernámsfrøði og inklusjón á Aarhus Universiteti. Fyrilestur hennara æt "Eksklusión ella inkluderandi sernámsfrøði".

Kirsten Baltzer, sum eisini er ph.d. og lektari emeritus í sernámsfrøði á Aarhus Universiteti, helt fyrilesturin, "Tey inkluderandi prinsippini í verki".

Seinnapartin greiddi Frida Poulsen, ph.d.-lesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Aarhuus Universiteti, frá um granskingarverkætlan sína um "inklusjón í føroyska fólkaskúlanum". Hon legði nakrar varligar ábendingar fram úr granskingarverkætlanini, sum eftir ætlan verður liðug tíðliga í 2023.

Høvi var eisini hjá luttakararnum at skifta orð um evnið, at seta spurningar og at arbeiða í bólkum. 

Evnisdagurin var fingin í lag gjøgnum samstarvið millum granskarar á Aarhus Universiteti (Danmarks Pedagogiske Universitet), sum eru knýttir at granskingarverkætlanini á Námsvísindadeildini.

Frida Poulsen, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum (inklusjón í føroyska fólkaskúlanum), Lotte Hedegaard-Sørensen, ph.d. og lektari í sernámsfrøði og inklusjón á Aarhus Universiteti og Kirsten Baltzer, ph.d. og lektari emeritus í sernámsfrøði á Aarhus Universiteti

Kirsten Baltzer ber fram sín fyrilestur

Fitt av fólki var við á evnisdegnum um inklusjón

Eisini Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, var millum luttakararnar