University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
sjúkrarøktarfrøði (2).jpg
30.11.2023
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Evstamark at søkja inn á sjúkrarøktarfrøði

Á midnátt fríggjakvøldið 1. desember er umsóknarfreist at søkja um vetrarupptøku at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum

Vilt tú taka eina útbúgving, sum er áhugaverd, spennandi og mennandi, og fáa eitt starv eftir loknan lestur, sum eisini er tað, so er at søkja inn á Setrið innan midnátt 1. desember.

Lestrartíðin er fýra ár við starvsvenjing, og eftir lokna útbúgving hevur tú førleika til at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samstarvi. Eisini gevur hendan bachelorútbúgvingin óføran møguleika fyri víðari lestri.

Útbúgvingin fevnir um ástøðiliga undirvísing á Setrinum í samanlagt í 2 ½ ár, og kliniska undirvísing samanlagt í 1 ½ ár. Hetta seinna er starvsvenjingarparturin, sum fer fram á ymsum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar- og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni og á  øðrum stovnum undir almannaverkinum kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.

Við hesi útbúgvingini verður tú væl brynjað/ur til arbeiðsmarknaðin.

Síggj samrøðuna her við ein lesandi um, hvussu tað er at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum.

Meira um útbúgvingina, umsóknarblað o.a. her.

Umsóknarfreist er á midnátt 1. desember.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving