25.03.2022
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Evstamark nærkast: Kom og les á Setrinum

Á Fróðskaparsetrinum kanst tú velja millum eina ørgrynnu av spennandi hægri útbúgvingum, og fyrsta umsóknarfreist er 15. apríl

Hevur tú, eins og vaksandi tal av føroyingum, hug at blíva partur av lestrarumhvørvinum á Føroya einasta universiteti?

Markus ætlar sær og Setrið at lesa. Hygg her.

Her eru umleið 1000 lesandi, sum taka eina av teimum umleið 30 hægri útbúgvingunum, sum verða bodnar út.

Nýggjar kanningar vísa, at arbeiðsmarknaðurin er svangur eftir fólki, sum hava tikið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. Næstan 100 prosent hava annaðhvørt lestrarviðkomandi arbeiði ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár, eftir at tey fingu prógv frá okkum.

Her kanst tú lesa náttúruvísindi, KT ella verkfrøði. Søgu og samfelagsvísindi, búskap ella lóg. Lesa til lærara ella námsfrøðing. Føroyskt mál
og mentan. Sjúkrarøktarfrøði og fólkaheilsu og so framvegis.

Tú hevur kanska hug at vera fulltíðar- ella parttíðarlesandi, fáa bachelor- ella masterprógv, taka eina heila útbúgving ella bara eitt einstakt skeið.

Tú ert kanska ung/ur á síðsta ári á miðnámi, ella ein meira búgvin persónur, sum vónar at sleppa inn á hægri lestur á fyrsta sinni.

Kanska tú bara vilt leggja aftrat tíni útbúgving, sum tú longu hevur.

Tín eldhugur er kanska løddur av ynskinum um eina professionella starvsleið, ella kanska brennur tú eftir at vita meira – bara fyri at vita meira.

Uttan mun til hvat ella hvussu, so ert tú hjartaliga vælkomin!

Hvat enn tú velur at lesa, og hvussu enn tú velur at lesa, so gevur Setrið tær avbjóðingar – og stuðul – til at vaksa, mennast og fáa týdningarmikla nýggja vitan og praktiskar førleikar.

Tú fert at uppliva ovurstóru broytingina, sum hægri útbúgving hevur við sær, og spennandi nýggj útlit fyri tína starvsleið og tínar møguleikar fyri at geva íkast til heimin kring teg.

Tú verður partur av einum serligum universiteti við stórum altjóða útsýni, men sum samstundis er miðsavnað um at nøkta tørvin, sum er í føroyska samfelagnum.

Okkara Setur er ikki bara Setrið í Føroyum, men tað er Setrið fyri Føroyar. Tað er okkara Setur, so hví søkir tú ikki inn á títt Setur?

Lestrarskrivstovan er altíð klár at veita tær vegleiðing.

Les meira um tínar valmøguleikar her og her.

Umsóknarfreist fyri kvotu 2 er 15. apríl og 1. juli fyri kvotu 1.