Brynhild Thomsen
24.01.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Evstamark: NordPlus-stuðul til skiftislestur

Freistin at søkja um stuðul til lestraruppihald í Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi er 1. februar


Lesandi í politikki og umsiting hava nú møguleika at søkja um stuðul til lestraruppihald á øðrum norðurlendskum universitetum. Hesin møguleikin stendur bachelor- og masterlesandi í boði.
NordPlus-stuðul kann vera eitt gott íkast til lestrarstuðulin frá Studna, sum eisini kann takast við.
Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, kann geva nærri upplýsingar um, hvørjar møguleikar tú hevur fyri at fáa stuðul. Skrivið til teldupost jensj(at)setur.fo ella ringið 29 25 82.

Einki formligt umsøkjaraskjal er.
Søkt verður um stuðul við at senda teldupost til: jensj(at)setur.fo