University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Technology Background Cloud Computing AI
25.06.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin

Fá masterprógv í Dátuvísindum upp á tvey ár

Á midnátt 1. juli er umsóknarfreist at søkja lestrarpláss á masterútbúgvingini í Dátuvísindum, sum er fulltíðarlestur í tvey ár

Hendan útbúgvingin er fyri teg, sum vilt greina stórar dátumongdir, menna snildar telduskipanir ella arbeiða við vitlíki. Tú fært sera góðar førleikar til at arbeiða við dátugreining, algoritmum, forritan, KT-skipanum og støddfrøði.

Útbúgvingin er til lesandi, sum eru forvitin og vilja vita um grundleggjandi spurningarnar undir vitlíkistøknini og aðrari dáturiknari tøkni. Og sum eisini vilja hvessa vísindaliga hugsunarhátt sín, sum er ein fortreyt fyri at seta fingramerki á hetta fakøkið.

Útbúgvingin var í fjør skipað sum parttíðarlestur og kundi tá takast upp á fýra ár (2023-2027). Lesandi, sum ikki vilja lesa fulla tíð, kunnu ístaðin søkja stakgreinalestur frá báðum lestrarbygnaðunum. Undantikin eru skeið frá Edinburgh Napier University.

Umsóknarfreistin er á midnátt 1. juli.

Les meira og søk her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving