University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Færøysk liv i nordisk perspektiv. Heiðursrit til Beintu í Jákupsstovu
06.01.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Fróðskapur

Færøysk liv i nordisk perspektiv. Heiðursrit til Beintu í Jákupsstovu

Fróðskapur hevur givið út bók við greinum, sum eru skrivaðar til Beintu í Jákupsstovu, dr.polit., í sambandi við 60 ára føðingardag hennara 27. desember 2011. Tað eru 8 greinar í bókini, sum Edit Bugge, Heine Bugge og Kristin Tornes hava ritstjórnað. Tórshavn 2012, 178 síður. Kostnaður 200 kr. Supplementum 55. ISBN: 99918-65-37-9.


Í bókini verða evni viðgjørd, sum Beinta annaðhvørt arbeiðir við ella hevur serligan áhuga fyri: Kommunupolitikkur og politisk umboðan, hagtøl og vitanargrundarlag fyri politiskum avgerðum, vælferðarpolitikkur, kyn, familjupolitikkur og bókmentapolitikkur.

Beinta í Jákupsstovu er fyrstiamanuensis í stjórnmálafrøði við Høgskolen i Molde. Síðani 2008 hevur hon eisini verið knýtt at Søgu­ og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon vardi í 2003 doktararitgerð, sum Fróðskapur gav út í bók í 2006 við heitinum Kunnskap og Makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Í bókini lýsir hon hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina.

Greinarnar, sum eru á føroyskum, norskum og íslendskum eru:
Kari Skrede: Fruktbarhet og familiepolitikk – hvor bærekraftig er den nordiske modellen?
Audun Offerdal: Representasjon og fråfall
Elin Súsanna Jacobsen: Kvinnulív í Havn uml. 1850
Firouz Gaini: Knívleysir menn. Samleiki og mentan hjá ungum føroyskum  monnum
Eli Kjersem og Turid Aarset: Idealer, forestillinger og kunnskap om alderdom og boformer
Svavar Sigmundsson: Færeyingafélagið í Reykjavík
Malan Marnersdóttir: Bókmentir og samfelag
Kristin Tornes: Kunnskap og politikk

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025