University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
flagg setur (2).jpg
08.06.2022
Setrið Lestrarskrivstovan

Færri umsóknir gjøgnum kvotu 2

Færri umsóknir eru komnar um lestrarpláss á Setrinum eftir summarfrítíðina gjøgnum kvotu tvey samanborið við undanfarin ár

Inn eru komnar 108 kvotu2-umsóknir um lestrarpláss eftir summarfrítíðina samanborið við 145 umsóknir í fjør.

Serliga er stór minking í umsøkjaratalinum til sjúkrarøktarfrøði, men har ger tað serliga seg galdandi, at Setrið á fyrsta sinni eisini tók upp lesandi í sjúkrarøktarfrøði í januar. Til vetrarbyrjanina tá komu 49 kvotu2-umsóknir inn.

Eisini er talið minni av kvotu2-umsóknum til námsfrøði samanborið við í fjør, tá óvanliga mong søktu inn. Umsøkjaratalið í ár er á somu leið, sum vanligt hevur verið.

Summar útbúgvingar hava bara verið bodnar út annaðhvørt ár, so um vit samanbera tølini frá seinast, at til bar at søkja tær, so vóru 152 umsóknir tá (KT-verkfrøði, lívfrøði og mýlalívsvísindi í 2020 – restin í 2021).

Kvotu 2-umsóknir 2022

BACHELOR

Kvota 2         í 2022

Kvota 2           í 2021

Føroyskt

2

2

Søga

2

0

Fólkaskúlalærari

33

33

Námsfrøðingur

31

43

Búskaparfrøði

2

3

KT-verkfrøði*

15

10

Lívfrøði*

4

3

Mýlalívsvísindi*

1

7

Sjúkrarøktarfrøði

14

47

Politikkur og umsiting

1

2

Samfelagsvísindi

3

2

Tilsamans

108

152

*Tølini eru frá 2020, tá útbúgvingin varð bjóðað út seinast.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum