22.03.2019
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Fakdidaktiskt skeið í føroyskum fyri miðnámsskúlalærarar

Frá 11.-13. februar skipaði Námsvísindadeildin fyri fakdidaktiskum skeiði í føroyskum fyri miðnámslærarar við Gjógv.

Vár í Ólavsstovu skipaði skeiðið í samstarvi við fakráðgevan í føroyskum, Sólvá Jónsdóttur. Birgit Remmel hevði eisini undirvísing og framløgu um føroyskt sum annaðmál.

Endamálið við fakdidaktiskum skeiði er at skapa samband millum lærugrein, lærugreinarsiðvenju, undirvísing og læring. Annað endamál við fakdidaktiskum skeiði er at gera kandidatin føran fyri kritiskt at hugleiða um egna undirvísingarpraksis í mun til lærugreinarsiðvenju og læringarendamál. Kandidaturin skal somuleiðis ogna sær førleikan til hugleiðandi at menna lærugreinina, soleiðis at hon eisini kann gerast partur av samstarvi við aðrar lærugreinar.

Innihaldið á fakdidaktiska skeiðinum í føroyskum fevndi um allar tættir í lærugreinini, m.a. krøv og námsætlanir, móðurmáls- og grannamálsnámsfrøði, kt-námsfrøði, rætti- og vegleiðingarnámsfrøði og ávís evni í lærugreinini, m.a. søguna á staðnum. Í tí sambandinum varð vitjað í Gjáar kirkju, har myndevnið á altartalvuni er Jesus, sum slættar sjógv á Genezaretsvatni, og sum Niels Kruse hevur málað sum Jesus, ið slættar sjógv og bjargar føroyskum útróðrarmanni í Djúpunum beint uttan fyri vindeygað, har kirkjufólkið situr til gudstænastu. Vitjanin við minnisvarðan í nánd av kirkjuni segði eisini frá einari daprari og sigandi søgu, sum føroysklærugreinin hevur sín samleika og jørðildi í.

Fakdidaktiskt skeið er partur av Námsfrøðiligu útbúgvingini til miðnámsskúlalærara. Higartil hevur NÁD skipað fyri tveimum fakdidaktiskum skeiðum í fremmandamálum og føroyskum. Eitt fakdidaktiskt skeið í støddfrøði og búskaparfrøði verður eftir ætlan hildið í heyst.