Fróðskaparsetur Føroya mælir í hoyringarskrivi frá ætlaðu broytingunum av Búskaparráðnum og Landsbankanum
Fróðskaparsetur Føroya
16.02.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

- Fakkunnleikin viknar og óheftnið hvørvur

Hoyringarsvar frá Fróðskaparsetri Føroya til 1) løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð og 2) Uppskot til løgtingslóg um Búskaparráð

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir til, at landsbankanevndin verður Búskaparráð, og at Landsbankin røkir skrivarauppgávuna og hevur dagligu umsitingina hjá Búskaparráðnum.

Óheftnismeginreglan, sum liggur í, at landsstýrismaðurin velur Búskaparráðið eftir tilmæli frá óheftum stovni, Fróðskaparsetrinum, verður avtikin í og við, at 
landsbankanevndin eisini gerst Búskaparráð, og teir 5 av 7 limum í landsbankanevndini ikki longur skulu veljast eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum,  arbeiðsgevarafelagnum, fakfeløgunum og kommunufelagnum.

Eftir uppskotinum til nýggja § 2, stk. 2, í lógini um Landsbankan og Váðaráðið kunnu óheftir og uttanveltaðir stovnar gera tilmæli, men bara eftir áheitan frá
landsstýrismanninum.

Eisini fakkunnleikin í Búskaparráðnum er munandi viknaður eftir hesum uppskoti.

Eftir verandi lóg um Búskaparráðið skulu búskaparráðslimirnir verða búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, men eftir fyriliggjandi uppskoti, har landsbankanevndin eisini gerst Búskaparráð, minkar hetta kravið niður til veikara kravið eftir § 2, stk. 3, í verandi lóg um Landsbankan og Váðaráðið.


Ivasamar grundgevingar fyri lógaruppskotunum
Ein lóg grundgevur ikki fyri sær sjálvari, men ásetur einans, hvat ið skal galda.

Áðrenn lógin er kunngjørd, er kortini ein fólkaræðislig viðgerð av lógaruppskotinum, og tá lógaruppskot hava almennar og serstakar viðmerkingar, har m.a. verður greitt frá orsøkini til uppskotið, hevur hetta til endamáls at fáa fólkaræðisliga undirtøku fyri lógini og at halda landsstýrismanni og lóggevandi valdinum til svars fyri lógaruppskotinum.

Fyriliggjandi uppskot lúka ikki hesar treytir, tí ikki ber til at standa politiskt og fólkaræðisliga til svars fyri einum lógaruppskoti, sum flytir fokus frá tí, sum í veruleikanum er ætlanin.

Í almennu viðmerkingunum til uppskot til løgtingslóg um Búskaparráð verður sagt um orsakir til uppskotið, at landsstýrið hevur sett sær fyri at minka talið av nevndum og ráðum og at rationalisera almennu fyrisitingina. Tí hevur Fíggjarmálaráðið sett sær fyri at endurskoða og minka um talið av sínum ráðum og nevndum.

Í almennu viðmerkingunum til uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð verður aftur grundgivið við sparing og 
rationalisering.

Grundgivið verður eisini við, at trímannanevndir eru tað mest vanliga, og nevndar verða ein røð av nevndum, ið hava tríggjar limir, fyri sláa tað fast sum eitt mynstur og eitt natúrligt útgangsstøði.

Til hetta er at siga, at onki magiskt er í trítalinum, tá vit hugsa um nevndir. Heldur øvugt verður í bókmentum um útlit til kjak og deliberatión í nevndum víst á, at
trímannanevndir kunnu vera óhepnar á tann hátt, at tað er menniskjaliga kostnaðarmikið at vera í andstøðu í so lítlum forum og tískil ósannlíkt, at minnilutasjónarmið koma til orðanna nakað serligt í nevndum við einans trimum limum.

Onki natúrligt útgangsstøði er í mun til stødd á nevndum, heldur er stødd nakað, sum má lagast eftir, hvørja nevnd talan er um, og hvat nevndin skal gera.

Mest ivasama er kortini, at nevndu lógaruppskot í navninum á sparing gera av við tvey sera týðandi prinsipp: Fyrst óheftnisprinsippið ella armslongdarprinsippið og síðan prinsippið um fakligan førleika. Seinna prinsippið hongur aftur saman við tí fyrra, tí óheftni gevur bara meining, um óhefta meiningin samstundis er kvalifiserað.

Hesi prinsipp eru ikki ósambærlilig við tað at spara.

Til ber væl at hava eitt Búskaparráð uttan at gera av við óheftni og førleika. Krøv til búskaparfrøðiliga útbúgving kosta ikki meira í nevndarsamsýning í einum Búskaparráð ella í nevndini í Landsbankanum enn, sum skotið upp, har hesi krøv gerast munandi veikari.

Óheftni av landsstýrismanninum kostar heldur ikki meira.

Óheftni kann fremjast á so mangan hátt. Tað óheftnið, sum í løtuni liggur í lógini um Búskaparráðið, virkar á tann hátt, at limirnir eru valdir fyri 4 ár í senn eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, og fyri Landsbankan virkar óhefnið í løtuni á tann hátt, at landsstýrismaðurin velur flestu limirnar eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum,
Kommunufelagnum og feløgunum á arbeiðsmarknaðinum.

Óheftni kann kortini eisini tryggjast á annan hátt.

Eitt sera einfalt óheftnisprinsipp er í lógini um Løgtingsins umboðsmann, hvørs valskeið gongur yvir um løgtingsskeið. Ikki er vist, at skeiðið fyri Búskaparráðið ella landsbankanevndina noyðist at leingjast til 5 ár, tí aðrir leistir kunnu vera, t.d. at velja fyri 4 ár og sum meginregla miðskeiðis í einum løgtings- (og landsstýris-) skeiði.

Ítøkiliga loysnin er ikki avgerandi, heldur hetta, at óheftni noyðist ikki at kosta.

Nevnast kann, at í Danmark verður óheftnið og fakligu førleikarnir hjá danska búskaparráðnum (4 limir valdir úr puljuni av professarum í búskaparfrøði í Danmark) tryggjað við at lata verandi limir í Búskaparráðnum innstilla sínar avloysarar (sjálvsupplerandi), sum danski fíggjarmálaráðharrin síðani formliga útnevnir.

Lesið meira um tað her.

Hartil kemur, at tað er ikki vist, at Landsbankin hevur teir bestu førleikarnar at umsita skrivarauppgávuna hjá Búskaparráðnum.

Landsbankin hevur sum uppgávu partvíst at røkja gjaldføri hjá landskassanum og partvíst at koma við metingum um føroyska fíggjargeiran. Hetta kann í ein ávísan mun

hava okkurt í felag við uppgávurnar hjá Búskaparráðnum, men er fyri tað mesta avmarkað til ein ávísan, um enn týðandi, geira í búskapinum. Í tann mun Landsbankin

longu hevur fólk við samfelagsbúskaparligum førleikum, so taka hesi sær longu av uppgávum, ið Landsbankin hevur tørv á. At leggja fleiri uppgávur til stovnin kann ikki

væntast at føra til sparing yvirhøvur. Tvørturímóti má hugsast, at Landsbankin fær tørv á at seta fólk í starv til at taka sær av skrivarauppgávunum.

Í Føroyum hava vit fingið ta siðvenju, at limirnir í Búskaparráðnum og serliga formaðurin hevur fingið virknan leiklut í samfelagskjakinum.

Hetta er ongin sjálvfylgja.

Ein vitanarliga væl kjølfest og óheft búskaparfrøðilig ráðgeving av politiska valdinum hoyrir til grundleggjandi skipanina í einum og hvørjum upplýstum

fólkaræði og er ikki minst týðandi í einum samfelag sum Føroyum, ið søguliga við stuttum millumbilum hevur upplivað ógvuslig konjunktursveiggj og búskaparkreppur.

Hesi lógaruppskot geraa hesa óheftu búskaparfrøðiligu ráðgeving munandi veikari.

Flyta Búskaparráðið av Setrinum til Landsbankan
Síðani Landsbankin varð niðurlagdur í 2013, hevur Fíggjarmálaráðið árliga flutt umleið 2,2 milliónir krónur til Fróðskaparsetrið.

Játtanin er givin til at menna gransking og fremja undirvísing í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum umframt til Búskaparráðið, sum tá varð flutt á Fróðskaparsetrið.

Í viðmerking til uppskotið sæst, at Fróðskaparsetrið framyvir fer at fáa beinleiðis játtaðar av fíggjarlógini kr. 1,4 millión, sum verða brúktar til gransking og undirvísing í

búskaparfrøði á Setrinum, meðan einki beinleiðis verður nevnt um, hvat verður av teimum umleið kr. 800.000, sum resta í fyri at koma uppá tær umleið 2.2 milliónirnar,

sum Setrið síðan 2013 hevur fingið játtaðar til at reka nevnda virksemið.

Í viðmerkingunum sæst hinvegin, at ætlanin er at flyta skrivarauppgávuna hjá Búskaparráðnum av Fróðskaparsetrinum og til (tann í 2016 endurreista) Landsbankan.

Í hesum sambandi hevur Fróðskaparsetrið ta viðmerking, at skrivarin í Búskaparráðnum síðan 2013 hevur verið í føstum starvi á Fróðskaparsetrinum, og at

Fróðskaparsetrið gongur út frá, at stovnurin í góðari tíð verður kunnaður um møguligar broytingar, sum viðvíkja stovninum ella starvsfólkum, sum Fróðskaparsetrið hevur

ábyrgdina av.


Fróðskaparsetur Føroya