University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2026 01 27 At 09 59 54 Skúlablaðið

Brot úr grein, sum Hans Harryson, Rúna í Skála, Birita Poulsen, Anna Eikhólm og Frida Poulsen hava skrivað; tey eru øll avmyndað á myndini

27.01.2026
Setrið Námsvísindadeildin

Fakligheit, trivnaður og felagsskapur í dagsins skúla

Nám og Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya seta í hesum døgum fakliga menning í skúlanum ovast á dagsskránna
Øll starvsfólk í fólkaskúlanum fara nú í felag at arbeiða við fakligheit, trivnaði og felagsskapi í dagsins skúla.
Tað eru Nám og Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum saman hava sett fakliga menning í skúlanum á tímatalvuna við einum felags heildartiltaki undir heitinum “Tann professionelli í skúlanum í dag”, har allur fólkaskúlin er partur.

Endamálið við stóra átakinum er at skapa eitt felags fakligt mál og at byggja sterkari brúgv millum gerandisdagin í skúlanum og granskingina, sum fer fram á økinum. 

Hetta er fyrstu ferð, at Nám og Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya fara undir slíkt skipað samstarv við tí stevnumiði at menna tað fakliga í skúlanum saman.

Og hetta ber í sær, at alt skúlaverkið verður savnað fyri at styrkja fakligheitina, trivnaðin og felagsskapin í skúlanum, sum stútt og støðugt broytist í tí alsamt umskiftiliga samfelagnum.

Ítøkiliga verður samstarvið skipað sum eitt faklig heildartiltak kring landið, har arbeiðast skal við hesum spurningum:

Hvørjar eru avbjóðingarnar, hvat krevst, og hvørjar broytingar krevjast av tí professionella í nútímans skúlanum? 

- Hetta heildartiltak meta vit vera eitt stig fram á leið at styrkja um samstarv millum skúlapolitikk, ráðgeving, gransking, undirvísing og skúlapraksis – og tað allarbesta er, at vit við hesum heildartiltaki kunnu møtast á skúlagólvi at umrøða og viðgera týðandi skúlaviðurskifti, siga fyriskipararnir (sí myndina).

- Útgangsstøðið er jú, at skúlin sum livandi felagsskapur mennist best, tá framburður verður skapaður og mentur í felag, og har bygdar vera brýr millum gransking og gerandisdagin, siga tey.

Tískil er endamálið við heildartiltakinum ikki “bara” faklig kveiking, men eisini, at øll, sum hvønn dag mynda skúlan í gerandisdegnum úr hvør sínum staði, menna skúlan saman. Við øðrum orðum er tiltakið eitt vitanar- og kveikingarrúm, har ynskið er at sáa fræ, ið, sum frá líður, kann vaksa til ítøkiligar broytingar og batar á økjum, har tørvurin er.

Rundferð verður til átta skúlar kring landið, har ein heilur fakligur dagur verður fyri starvsfólk í skúlunum í lokaløkjunum har. 

Dagurin verður skipaður soleiðis, at byrjað verður við felags fyrilestri um tey evni, sum sett eru á skránna fyri dagin. Síðani fara luttakararnir í verkstovur, har teir sjálvir arbeiða virkið við fakligu menningini. Hvørt starvsfólk luttekur í tveimum verkstovum, har dentur verður lagdur á íblástur, praksis og kjak. Dagurin endar við, at tikið verður samanum.

Les alla greinina í Skúlablaði nr 6, 2025. Í greinini eru lýsingar av øllum, sum fer fram á heildartiltakinum (krevur hald).

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving