University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fakligt kjak um støðuna – um fólkaræði og fyrisiting
02.09.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Fakligt kjak um støðuna – um fólkaræði og fyrisiting

Fakfeløg og ungmannafeløg hava tikið stig til fylgja upp fólkafundunum herfyri við fakligum kjaki um støðuna í landinum.


Kári á Rógvi lektari  í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum og Hallbera West stjórnmálafrøðingur, ið eisini er knýtt at Setrinum fara at halda fyrilestrar og leggja upp til kjak.

Í lýsing frá fyrireikarum stendur:

Fyrilestra- og kjakkvøld um fólkaræði og støðuna í Føroyum í løtuni verður í hølum Starvsmannafelagsins mánakvøldið 2. september kl. 19.00.

Fyrilestrar:

  • "Kinesarin og skiparin í føroyska fólkaræðinum"
    - Hallbera F. West, stjórnmálafrøðingur

  • "Meðan vit bíða eftir innliti - um løgfrøðifakligu atlitini í tunnilsmálinum"
    - Kári á Rógvi, løgfrøðingur


Tróndur Enni og Lív Næss spæla og syngja í kaffisteðginum

Deyvatulkar eru til tiltakið.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga