University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Klipt Kick Off Meeting At ZUT (1)

Rektarar frá teimum 13 universitetunum í nýggja samstarvinum hittust í síðstu viku á fundi í Póllandi

27.01.2025

Felagsskapurin EUNICoast farin til verka

Rektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinum, EUNICoast, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av, hava havt sín fyrsta fund, og samstarvið er nú alment farið í gongd

21. - 23. januar hittust rektarar og starvsfólk frá teimum 13 universitetunum, sum í fjør stovnaðu nýtt samstarv undir heitium EUNICoast.  

EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og Europanevndin, sum hevur góðkent felagsskapin, hevur eisini játtað samstarvinum 107,5 milliónir krónur í stuðli. Men Føroyar eru hvørki limir í europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar (EHEA) ella Erasmus+ enn, og tí fær Setrið ikki gagn av játtanini sum hini universitetini í samstarvinum fáa. Tó fær Setrið somu møguleikar sum hini at taka lut í arbeiðinum í samstarvinum.

Rektararnir í samstarvinum høvdu fund í Póllandi, har teir skipaðu arbeiðið, sum nú fer í gongd. 

Tey 13 europeisku universitetini í samstarvinum hava øll - so ella so -  sjógvin til felags, og endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum í miðdepli. Vit í Føroyum kunnu tí kanska loyva okkum at kalla nýggja samstarvið fyri Europeiska Sjósetrið.

Maritima visjónin hjá Sjósetrinum er, at havið ikki er nøkur avmarking. Vit eru knýtt hvør at øðrum sjóvegis bæði mentanarliga og búskaparliga. Sjósetrið vil rudda slóð fyri nýggjari gransking og samstarvi millum oyggjar og havnir, og knýta sambond millum lesandi, undirvísarar, granskarar og vinnulív í hesum økjum.

Lesið meira here.

Og her

Hetta eru tey 13 europeisku universitetini, sum eru í EUNICoast ella í Europeiska Sjósetrinum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið