20.02.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Felagsskeið í málsøgu

Málsøga er nú skipað sum felagsskeið fyri lesandi á Námsvísindadeildini og Føroyamálsdeildini.


Hesar báðar deildirnar eru við tí nýggja setursbygnaðinum vorðnar tvær deildir á somu megindeild, nevniliga megindeildini fyri hugvísindi. Roynt verður at samansjóða ta undirvísing, sum til ber at hava saman.


Nakrir partar av skeiðslýsingunum í málsøgu eru teir somu, og tað eru teir, sum undirvíst verður í á felagsskeiðinum. Talan er í roynd og veru um tvey skeið og tvær ymsar skeiðslýsingar annars, tí bæði tímatal og námsstig (ects) eru ymisk. Læraralesandi fáa 3 námsstig, meðan studentarnir á Føroyamálsdeildini fáa 8 námsstig.


Felagsskeiðið byrjaði 14. februar og endar 21. mars, síðan halda studentarnir á Føroyamálsdeildini fram til 16. mai. Á felagsskeiðinum er mest talan um tekstalestur og í minni mun um ástøðiligt tilfar. Tekstirnir skulu geva eina mynd av málinum eitt ávíst tíðarskeið í søguni. Tann ytra málsøgan verður eisini viðgjørd, t.e. samfelagsumstøðurnar, sum málið er ein partur av.


Endamálið við felagsskeiðinum er, at tey lesandi ogna sær innlit í lærugreinina málsøgu, málsøgulig hugtøk og háttaløg til at fáa greiði á høvuðsdráttunum í søguni hjá føroyskum máli frá umleið 1300 til nútíðina. Dentur er lagdur á ljóð-, form- og setningafrøðiligar broytingar, eins og orðfeingið gjøgnum tíðirnar verður viðgjørt. Føroyskir navnasiðir eins og føroyska stavsetingin verða viðgjørd í søguligum høpi, har ið serliga spurningurin um ljóðfrøðiliga og upprunafrøðiliga stavseting verður lýstur.


Undirvíst verður 4 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu, mánadagar 13.00-15.00 og hósdagar 13.00-15.00. Undirvísingin fer fram á Námsvísindadeildini og fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, men eisini sum studentaframløgur og við bólkaarbeiði.


Tá ið felagsskeiðið í málsøgu er lokið skulu tey lesandi duga


•    at gera niðurstøður um málbroytingar við støði í tekstum
•    at staðseta og tíðarfesta tekstir í høvuðsheitum
•    at umrøða málsøguspurningar við hóskandi málvísindaligum hugtøkum
•    seta fólka- og staðanøvn inn í ein málsøguligan samanhang
•    at seta orðaskiftið um tann føroyska stavsetingarspurningin inn í ein størri málsligan samanhang.


Læraralesandi sleppa frá at fara upp til roynd, um tey hava møtt upp til 80 % av tímunum og hava verið virkin, meðan studentarnir á Føroyamálsdeildini fara upp til eina 6 tíma skrivliga próvtøku.