University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ferðafuglaatlas lagt fram á almennari móttøku
06.10.2014
Fróðskapur

Ferðafuglaatlas lagt fram á almennari móttøku

Nú kemur føroyskt ferðafuglaatlas. Á 264 síðum, prýddar við litmyndum, er ferðingin hjá 90 føroyskum fuglasløgum lýst.


Bókin Færøsk Trækfugleatlas er ætlað øllum við áhuga í føroyskari náttúru.

Í sambandi við útgávuna verður skipað fyri móttøku í Tjóðsavninum, Brekkutúni 6 í Hoyvík hósdagin 9. oktober kl. 15.

Á móttøkuni verða forvitnisligar framløgur um ringmerking av fuglum.

Høvi verður at keypa bókina fyri serprís. Hon fæst eisini til sølu í bókabúðunum frá 9. oktober fyri 250 kr. 

Skrá:

Hósdagin 9. oktober

Kl 15.00 Móttøka

Kl 15:30 Framløgur
- Ringmerkingar í 100 ár, Sjúrður Hammer
- Ringmærkning i dag og i fremtiden, Kasper Thorup
- Ringmerking í Føroyum, Janus Hansen


Fróðskapur, Søvn Landsins og Statens Naturhistoriske Museum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga