
Ferðavinnugransking í menning á Setrinum
Tørvurin á vitan um ferðavinnu, sum er vælgrundað og byggir á gransking, er vaksandi, og tí eru mennandi átøk sett í verk á Fróðskaparsetri Føroya
Á Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD) á Fróðskaparsetri Føroya eru granskarar farnir at styrkja samstarvið við granskingarstovnar, sum hava drúgvar royndir, tá talan er um ferðavinnugransking og útbúgving á ferðavinnuøkinum.
SSD luttekur í tveimum nýggjum verkætlanum saman við granskarum úr Kanada, Skotlandi og Norðurlondum.
Verkætlanin Piloting the transition from volume to value in tourism measurement (2024-2026), har Føroyar verða brúktar sum stakdømi (case), hevur til endamáls at menna nýggjar og dygdargóðar hættir at máta ferðavinnuframgongd út frá góðsku heldur enn nøgd.
Málið er at fáa nýggjar góðsku-indikatorar, sum geva eitt ískoyti til vanligu hagtølini, har hugt verður eftir umsetningi, gistingum og útflutningsvirði.
Granskingarverkætlanin hevur í hyggju at menna meira burðadyggar loysnir fyri ferðavinnuna.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Toronto Metropolitan University, BehaviorSmart, Fróðskaparsetrið og Visit Faroe Islands. NORA og HX Foundation (Kanada) hava játtað stuðul til verkætlanina.
Útlendsku granskararnir Rachel Dodds, professari (Toronto), Michelle Novotny (Toronto) og Milena Nikolova (BehaviorSmart) vóru í Føroyum í mai mánaði fyri at gera samrøður, skipa fyri verkstovum og luttaka á fundum við føroyskar ferðavinnufyritøkur. Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, Elisa P. Vang, granskingarhjálparfólk, og Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, luttaka úr Føroyum.
Verkætlanin Tourism in context: Place-based Tourism Strategy Evaluation in the North Atlantic (2025-2026) hevur til endamáls at stuðla strategiskari planlegging av burðadyggari ferðavinnu á lokalan stigi.
Málið er at tryggja sær, at ferðavinnu-menningarætlanir á smáum ferðamálum laga seg til tørvin og virðini hjá lokalsamfelagnum. Verkætlanin stuðlar málinum um at menna “regenerativa ferðavinnu” í Føroyum. Verkætlanin nýtir “Place-based Strategy Evaluation Framework” (PSEF), sum er ein frymil, sum Alöna Roitershtein skapti í sínari ph.d.-verkætlan úr Orknoyggjunum.
Umframt Alönu Roitershtein, sum arbeiðir á deildini hjá Robert Gordon University (Aberdeen), sum er í Orknoyggjunum, so luttaka granskarar og serfrøðingar úr Føroyum, Íslandi og Noregi í hesari verkætlanini. Alöna var gestagranskari á SSD í mai mánaði, tá ið hon m.a. hevði ein almennan fyrilestur um burðadygga ferðavinnu. Lesið meira um hann her.
Eftir ætlan verður Grønland eisini umboðað í nýggju verkætlanini, sum hevur fingið fíggjaðarligan stuðul úr NORA-grunninum.
Firouz Gaini, Ragnheiður Bogadóttir og Elisa P. Vang luttaka úr Føroyum.