Um ferðastøð raðfesta tilboð og stimbra undir marglætisupplivingar, kunnu tey ávirka atburðin hjá ferðafólki og fremja tilvit um størri burðardygd, vísir gransking hjá Marinu Leban Jacobsen, sum verður endurgivin í Forbes (Foto: Dylan Shaw, unsplash)
Brynhild Thomsen
06.09.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Ferðavinnugransking um Føroyar í Forbes

Gransking hjá Marinu Leban Jacobsen, adjunkti í marknaðarføring á Fróðskaparsetrinum, er partur av grein í Forbes um vaksandi illvilja móti ferðafólki   

Fyri góðari viku síðani var grein í Forbes undir heitinum "Barcelona Hosts The America´s Cup Amid Rising Anti-Tourist Sentiment", sum snýr seg um vaksandi lokalan illvilja móti ferðavinnu á støðum, har ferðafólkastreymarnir eru stórir. Talan er um eitt nú Barcelona, Valencia, Palma de Mallorca, San Sebastián og Ibiza.

Greinin snýr seg m.a. um avleiðingarnar, tá sosialir miðlar og filmar varpa ljós á áður ikki so væl vitjað støð, har lokalfólk hava kunnað livað í lutfalsligum friði, men sum við nýggju umrøðuni gerast reinir magnetar fyri ferðafólk. Og við tí ónøgd, sum tað ber í sær á hesum støðum.

Í greinini verður granskingin hjá Marinu Leban Jacobsen umrødd. Marina er adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, og hon útgav vísindaliga grein í tíðarritinum Tourism Management undir heitinum "Mindful luxury: A case of the Faroe Islands". 

Greinin hjá Marinu byggir á eina granskingarverkætlan við støði í føroyskari ferðavinnu og vísir á, at tá ið ferðafólk fáa marglætisupplivingar í Føroyum, tykjast tey at vera meiri tilvitað um framíhjárættin at ferðast í Føroyum og fara tí betur um í náttúruni og í samfelagnum sum heild.

Í greinini verður komið inn á eina hugburðsbroyting, ið ferðafólk í Føroyum vístu í sambandi við marglætisferðir.

Vanliga verða ferðastøð fyri marglætisferðavinnu sett í samband við hvíld og møguleikar at verða borin á lógvum, men í Føroyum sást eitt vaksandi atlit at upplivingum, ið raðfesta náttúru, mentan og autentisk sambond við støð og fólk.

Granskingin vísir á eina gongd frá eini siðbundnari fatan av marglæti til økt fyrilit fyri autentiskum upplivingum. Hesar upplivingar snúgva seg um at hugsavna seg og at vera í nú-inum. 

Í greinini í Forbes kallar Benjamin Voyer hetta fyri at flyta eitt ferðamál "upmarket", altso at gera ferðamálið til eina marglætisvøru og sostatt kanska fáa ferðafólk til at vera meira umhugsin.

- Granskingin hjá Leban bendir á, at tá tað hepnast einum ferðamáli at lýsa seg sum eina burðardygga marglætisuppliving, so ber til at fáa ferðafólk, sum taka størri atlit at umhvørvi og landslagi, skrivar hann.

Lesið greinina í Forbes her.

Lesið vísindaligu greinina hjá Marinu Leban, Mindful Luxury: A cese of the Faroe Islands her