Brynhild Thomsen
10.12.2019
Setrið Til lesandi
Skriva út

Fesk lættvísindi komin

Nýggja útgávan av Frøði borðreiðir sum vanligt við vitbornari dagdvølju.

M.a. hava tveir havfrøðingar og ein náttúrulandafrøðingur skrivað áhugaverda grein um, hvat tað var, sum hendi, tá ið sjóvarmálin í Vágsbotni í Havn ein dýrdarfullan summarmorgun í ár brádliga fløddi upp um bryggjukantin.

Eisini eru greinar um fuglastovnar, haruveiðu, um konur, sum flyta millum Føroyar og Danmark, grein um nýggj vespusløg, um rottuna í Føroyum, og so eru eisini hugleiðingar um føroysku lippukassamentanina.

Eitt forkunnugt íkast í Frøði hesaferð er grein, sum snýr seg um tørvin á argumentatión í føroyska fólkaræðinum.

Tað er Føroya Fróðskaparfelag, sum tvær ferðir árliga gevur fólksliga vísindablaðið út.